Yngsti nakrantíð

Ungu súkklarnir skulu longu í eldin aftur á Ólavsøku

Yngsti súkklarin nakrantíð at gjøgnumføra Statoil Kring Føroyar kappingina, gjørdist Bergur Johansen, tá hann kom á mál við Statoil- støðina í Gundadali sunnudagin.

Bergur er 13 ára gamal, og hann hevur súkklað í eitt gott ár. Bergur var sera fegin um, at honum hevði eydnast at gjøgnumføra kappingina.

- Hósdagin var eg fleiri ferðir við at geva upp, men eg helt á, og tað eri eg sera fegin um í dag, segði Bergur við Sosialin sunnudagin.

Umframt Berg, so kom 14-ára gamli Hans Krosstein eisini á mál sunnudagin, og tað má sigast at vera sera flott avrik frá teimum báðum ungu súkklarunum. Ungi Dánjal Michaelsen var so óheppin at fáa pínu í ryggin, og kundi tí ikki vera við sunnudagin.

Bergur og Hans eru kappingarneytar í aldursbólkinum12-14 ár, og skulu longu á Ólavsøku kappast aftur.