Ungdómurin skríggjar eftir dansistaði

Eg havi áður skriva um ungdómshús í Tórshavnar Kommunu. Nógv hava lisið greinina og eg eri fegin um, at nógv eru samd við mær um, at ungdómshús eiga at verða bygd í Havn, Hoyvík og á Argjum

Tá eg tosi um ungdómshús, tosi eg ikki um eitt stað, har fólk koma inn at spæla pool ella at leggja kabalir. Tað hava vit í Margarinfabrikkini og tað riggar fínt.

Tað, sum eg meini við, er at vit hava tørv á einum diskuteki og live-spælistaði, har ungdómurin undir 18 ár kann koma saman at dansa og flippa út. Staðið skal vera opið frá kl. 22.00 til 03.30, og sjálvt tey, sum eru ávirkað av rúsdrekka, skulu vera vælkomin.

Heldur hava tey innan fyri dyrnar undir eftirlitið av vaksnum fólki, t.d. náttarravnum, sum gera eitt gott arbeiði, enn at tey ganga úti drukkin, uttan vit og skil. Tað skal vera pláss fyri øllum í Tórshavnar Kommunu.

Eg havi sjálvur leingi staðið fyri ungdómstiltøkum, men havi sum oftast havt trupulleikar við at fáa hølir. Eitt nú var kendi svenski Basshunter í Føroyum, har tey ungu spurdu meg, um tey ikki eisini kundu uppliva hann. Tað skuldi sjálvandi verið møguligt og tað hevði borið til við einum dansistaði fyri tey ungu.

Tey ungu í Tórshavn skríggja eftir einum dansistaði, og verði eg valdu, fari eg at arbeiða hart fyri at fáa hetta upp at standa.