Jákup Sverri er við í felags kanningum

- Endamálið við kanningunum er at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðurhøvum, sigur Havstovan

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger í løtuni makrelkanningar, sum sambært kalendaranum hjá skipunum skulu vara frá 1. juli til 22. juli.

 

Sambært Havstovuni verða kanningarnar gjørdar í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógv og í altjóða sjógvi.

 

- Hetta eru kanningar, sum vera gjørdar í samstarvi við onnur lond, sigur Havstovan.

 

Sagt verður, at endamálið við kanningunum er at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðurhøvum.

 

- Kanningin er partur av felags kanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Danmark, Grønland og Noreg, verður lagt aftrat.