- Nú ræður um at vera kappingarførur

- Hóast vit eru komin seint upp á "vognin" í hesum sambandi, gevur kumuleringsavtalan góðar møguleikar  frá nú av og frameftir. Avtalan leggur upp til fríari kapping og størri gjøgnumskygni í vinnuni, sigur Hans Jákup Mikkelsen, sum starvast í Vinnuhúsinum

Hans Jacob Mikkelsen, sum starvast í Vinnuhúsinum, sigur seg ikki hava lisið avtaluna í smálutum, men heldur, at hon verður eitt gott amboð hjá vinnuni, serliga fiski-og alivinnuni í Føroyum.
- Eg veit ikki í løtuni, hvørjar rávørur kunnu keypast og flytast á ES-marknaðin uttan toll og uttan loft. Tað vita teir best, sum sita ymsastaðni í vinnuni. Hinvegin er lítil ivi um, at avtalan kann koma at fáa stóran týdning fyri føroyska vinnu.
Hans Jákup hevur annars verið ráðgevi hjá alivinnuni, tá ið dumpingákærurnar vóru fyri á sinni, og tá ið kunngerðirnar um ILA og økishvíld vóru á skránni.
Hann heldur, at avtalan kann fáa stóran týdning fyri tey virkir  tað veri seg bæði laksavirki, rækjuvirki og fiskavirki, sum hava møguleika at keypa rávøru úr eitt nú Noregi og Íslandi og flyta góðskaðu vøruna á ES-marknaðin sum føroyska upprunavøru, nú tollforðingarnar eru burtur.

Laksur og rækjur
- Er laksurin við, soleiðis at føroysk portiónsvirkir kunnu keypa norskan laks, meirvirkað hann í Føroyum og selja hann aftur á ES-marknaðinum sum føroyskan laks, kann avtalan fáa stóran týdning.
Hans Jacob vísir á, at sama er galdandi fyri Rækjuvirkið á Oyri, sum í løtuni hevur eitt veikt rávørugrundarlag, nú bert eitt føroyskt rækjuskip fiskar rækjur.
- Hinvegin gevur avtalan eisini skipinum, sum eftir er, Havborg, møguleikar at selja sínar rækjur aðrastaðni, um prísurin er betur í eitt nú Noregi ella Íslandi, sigur hann og vísir á, at avtalan sjálvandi gongur báðar vegir.

Kappingarføri
Hans Jacob vísir á, at við kumuleringsavtaluni fer tað í stóran mun at snúgva seg um, hvør er kappingarførur  og hvør ikki er tað.
- Tað verður tann, sum kann geva besta prísin, ið vinnur. Tí ræður um at vera kappingarførur fyri at fáa sum mest burtur úr hesum nýggju møguleikunum. Avtalan gevur møguleikar at "handla" rávøruna milum tey lond, sum kappast í dag. So, tað verður nú, at vit veruliga fara at síggja, hvør stendur seg í kappingini, leggur hann aftrat.

Flakavinnan
Hans Jacob væntar, at eisini flakavinnan kann fáa nógv burtur úr avtaluni, nú møguleikar verða at keypa fisk, meirvirkað hann í Føroyum og selja hann á ES-marknaðin sum føroyskan fisk.
Hann vísir kortini á tað, sum stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, segði í Degi & Viku hóskvøldið, har hann nam við tilknýtið, sum íslendski ísfiskaflotin hevur til virkini á landi.
- Sum eg havi skilt, sigur Hans Jacob, eru skip og virkir í stóran mun knýtt saman í Íslandi, og tí er tað ein spurningur, hvussu stóran áhuga íslendsku reiðaríini hava at landa fiskin til kappingarneytar í Føroyum.
Hann sigur, at í Føroyum er í flestu førum skott millum skip og virkir, og tí gevur avtalan eisini føroyskum fiskiskipum møguleikar at selja fiskin í øðrum londum, har fiskurin síðan kann virkast og seljast við upprunanum hjá tí landi, sum meirvirkar fiskin
Hans Jacob sigur, at kumuleringsavtalan leggur upp til eina betri og fríari kapping, har gjøgnumskygnið verður størri enn áður.

Stórar fyritøkur
- Avmarkingar kunnu tó liggja í, at stórar fyritøkur, sum hava tætt tilknýti til teir, sum levera ráfiskin, kunnu gera kappingina, sum annars átti at staðist av nýggju avtaluni, meira stirvna.
Men, sum hann tekur til:
- Tíðin gongur alla tíðina, og hóast vit eru komin seint upp á "vognin" í hesi avtalu, vænti eg, at kumuleringsavtalan fer at geva føroyskari vinnu øktar møguleikar nú og frameftir, sigur Hans Jacob Mikkelsen í Vinnuhúsinum.