Oddagrein· Kyoto, útlát, vindmyllur, dálking, grøn avgjøld....

Hesi hugtøk fúka um oyruni dagliga. Ein orsøk er, at í síðstu viku varð Kyoto-sáttmálin settur í gildi. Eisini fingu vit at vita, at el-felagið SEV ger ymiskar royndir við varandi orku, og er við í granskingarverkætlanum, sum almenningurin bara einki veit um.

Grundleggjandi orsøkin til økta orðaskifti um umhvørvi og dálking er, at Móðir Jørð hevur tað ikki gott. Altjóða samfelagið er vorðið tilvitandi um, at tað ber ikki til at halda fram at dálka við vakstrarhúsgassum, tí so fer alt út av lagi. Holið í ozonlagnum veksur alsamt. Hitin á jørðini veksur og ein avleiðing av tí er, at vatnstøðan hækkar, tí jøklarnir bráðna o.s.fr.

Men tað er trupult at fáa øll heimsins lond at ásanna hesar trupulleikar. Heimsins ríkasta land, USA, hevur enn ikki vilja góðtikið Kyoto-sáttmálan, sum eftir einum ávísum áramáli skal avmarka útlátið - tey dálkandi evnini, sum fara í náttúruna.

Nógv av hesum kennist í so fremmant í okkara eygum. Men vit mugu vera við, tí sambært tølunum hava bara tvey lond, USA og Avstralia, størri útlát enn Føroyar hava fyri hvønn íbúgva. Tí er tað púra beint, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jogvan við Keldu, tekur spurningin í størsta álvara, og er sinnaður at seta tað neyðuga av, so vit kunnu lúka ásetingarnar í Kyoto-sáttmálanum.

Vit kunnu ikki siga annað, enn Fólkaflokkurin er broyttur. Fyri fáum árum síðani gjørdi hugsjónarligi stavnamaður floksins gjøldur burtur úr øllum teimum, sum vístu á dálkingarvandar og virkaðu fyri varandi orku!!! Umhvørvis-aktivstar var eitt av skemdarorðunum. Men nú umsitur flokkurin orku- og umhvørvismál!!!

Um vit venda aftur til SEV, mugu vit ásanna, at nýggir tónar eru at hoyra, eftir at SEV-stýrið hevur fingið nýggjan formann, Leiv Hansen, tíðindamann. Í fyrstu samrøðunum við miðlanar boðaði hann frá, at nú skal SEV verða meira opið og at føroyski almenningurin skal fáa fleiri upplýsingar um, hvat fer fram í elfelagnum hjá okkum øllum. Gleðiligt!

Men í sama andadrátti fór hann í eina ivingarsama verjustøðu. Víst hevur SEV lagt dent á vatnorku sum eina varandi orkukeldu. Men tá tað kemur til vindorku, hevur leiðslan í SEV andøvt ímóti so tað forslær, samstundis sum vindmylluskógir hava skotið seg upp kring alt Evropa. SEV hevur ikki gingið á odda at í at royna og at granska, sum felagið átti at havt moralska skyldu til sum ein monopolstovnur. At el-felagið nú setir fleiri vindmyllur upp er at fegnast um.

Men vit eiga ikki at steðga her og í royndini at gera ett alduverk í Sandoynni. Vit eiga eisini at krøkja okkum upp í royndirnar í Íslandi við brintorku, vetni. Leggja okkum at brúka avlopshitan í motorverkunum hjá SEV. Byggja biogass-verkløg. Og útbyggja vatnorkuna í smáum uttan at leggja eftir fleiri vøtnum.

Karmurin - ein skipaður umhvørvis- og orkupolitikkur - vantar enn. Eftir orðaskiftinum á tingi er semja um, at vit skulu orða ein orkupolitikk. Men ein orkupolitikkur stendur ikki einsamallur. Hann má eisini knýtast at fíggjarpolitikkinum, so tað kostar at dálka. Tí mugu vit eisini av álvara umhugsa grøn avgjøld og grønar roknskapir.