90 næmingar ganga á Eysturkommunu Tónlistaskúla, sum bjóðar undirvísing í ymiskum ljóðføri, har næmingarnir sleppa at menna sínar tónleikaligu førleikar.
- Undirvíst verður í fleiri ljóðførum, serliga er tað klaver, gittarspæl, bass og trummur, sum næmingar melda seg til.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.
- Av hesum orsøkum hevur Tónlistaskúlin nýliga keypt bæði ljóðføri og aðra útgerð, ið leggur dent á júst tey rútmisku ljóðførini – eitt nú nýggar gittarar, gittarforsterkarar, bassforsterkarar, sanganlegg og keyboards.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at eitt slíkt innkeyp styrkir tónleikaumhvørvið í kommununi.
- Hetta ger tað lættari hjá næmingunum at syngja, jamma og spæla saman, og soleiðis menna ein sterkan felagsskap og eina spælimentan í økinum.
Lagt verður aftrat, at Eysturkommunu Tónlistaskúli heldur til við Gøtugjógv.
##med2##











