Fleiri túsund at spara í telefon

Har eru nógvir pengar at spara á telefonrokningini við at fáa sær internettelefon. Øll við einum góðum breiðbandi kunnu vera við

Vit vilja helst bara gjalda fyri minuttirnar við tosa í telefon. Ella uppaftur betur: fáa ókeypis telefongoggarí í tímavís.

Hetta er als ikki bara ein dreymur longur, men veruleikin hjá øllum teimum, sum hava fingið sær internettelefon, ella IP-telefon. Við hesum ber til at tosa ókeypis í telefon við onnur, sum hava IP-telefon frá sama veitara, og bíligari við fastnet- og fartelefonir - bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini er uppringingargjaldið lægri.

Tí, nú vit aftur skulu læra at spara, eru øll góð ráð kærkomin. Og tíbetur kann neyðin eisini noyða okkum at hugsa øðrvísi og kreativt, og lata eyguni upp fyri nýggjum møguleikum og hentleikum, sum kunnu lætta um peningaliga.


Nógv at spara

Fyrimunurin við IP telefoni er, at tú rindar minni. Eitt er, at minutt-gjaldið er væl lægri til vanligar samrøður, og ókeypis til aðrar internettelefonir. Men tú sparir eisini mánaðargjaldið, sum fyri vanliga fastnettelefon er 115 kr., umframt stovningargjaldið á 747 kr. hjá telefonfeløgunum.

Telefonin virkar vanliga á sama hátt sum talutíðartelefonir, har tú keypir tær talutíð á internetinum. Telefonnummar og stovning eru ókeypis, men tú mást antin keypa tær eina nýggja telefon ella ein beinara millum breiðbandið og vanligu heimatelefonina. Hetta er ein útreiðsla upp á einar túsund krónur.

Og so skalt tú sjálvandi hava eitt gott breiðband.


Føroyskt ella útlendskt

Um allan heim eru eini 20.000 veitarar av internettelefoni. Men í Føroyum er tað, sum skilst, bert ein veitari til privatfólk, fyritøkan I-Concept. Um tú velur ein føroyskan ella útlendskan veitara, veldst eitt sindur um, hvat tú hevur tørv á. Vilt tú tosa ókeypis við fólk, til dømis í Danmark, so er best at fáa sær ein danskan veitara. Men ynskir tú mest at brúka hana til samrøður í Føroyum, so er ein føroyskur veitari bíligari.


Við út í heim

IP-telefonin kann brúkast allastaðni í heiminum, har tú hevur atgongd til breiðband. Til dømis á hotellum. Tú loggar bara á netið har, og kanst ringja heim til Føroyar við føroyskum taksti. Føroyingar í Føroyum kunnu eisini fáa sær eitt útlendsk IP-telefonnummar, til dømis danskt, og kunnu tá ringja sera bíliga til danskar telefonir og ókeypis til aðrar danskar internettelefonir.


Bjóða bara vinnuni

Tey bæði føroysku telefeløgini, Føroya Tele og Vodafone, hava ikki raðfest IP-telefoni til privatkundar, men bert til vinnukundar. Eftirspurningurin hevur eftir øllum at døma heldur ikki verið tann stóri higartil.

Tey bæði feløgini siga, at tey rokna ikki við, at IP-telefoni er framtíðin. Heldur fara vit at fáa telefonloysnir, ið bæði virka sum internet- og fastnettelefonir.

Jan Mortensen, stjóri í FT-samskifti, greiðir frá, at av tí, at talan er um eina internetloysn, so er treytin altíð, at sambandið hjá kundanum er somikið gott, at góðskan er hundrað prosent.

- Fólk góðtaka ikki, at tað skurrar í ella brýtur av. Og tað er altíð vandin, um internetsambandið ikki er nóg gott. Okkara kundar vilja lyfta hornið av og fáa gott samband beinanvegin, og tað fáa tey við fastneti. So, í løtuni er ljóðgóðskan á IP-telefoni ikki á einum støði, sum vit ynskja at bjóða, sigur Jan Mortensen.

Orsøkin til, at tey kortini hava raðfest IP-telefoni til vinnukundar er, at teir vanliga hava gott internetsamband. Eisini vísir hann á, at skipanin ikki riggar, tá ið streymslit er, og tað góðtaka fólk heldur ikki.

Bjarni Bjarnasson, stjóri hjá Vodafone, er samdur við kappingarneytanum frá Føroya Tele. Tey hava heldur ikki bjóðað IP-telefoni, men savna seg heldur um aðrar veitingar.


Føroya Tele seinni í ár

Kortini roknar Føroya Tele við at kunna bjóða privatkundum IP-telefoni seinni í ár.

Men inntil tað hendir, mugu føroyskir brúkarar venda sær til ein av teimum mongu útbjóðarunum á internetinum, ella til føroysku fyritøkuna. Og so mugu vit brúkarar góðtaka, at IP-telefoni krevur eitt gott internetsamband, og at tað rýkur, tá streymurin fer.

So, fyri vanliga føroyingin, sum bara hevur brúk fyri at tosa sum longst í telefon fyri so lítlan pening sum gjørligt, er nógvur peningur at spara við at skifta til IP-telefon.