Føroysk oljuvinna møguliga einki gullnám

Halda lágu oljuprísirnir sær, ella møguliga lækka enn meira, verður føroysk oljuvinna møguliga ikki tað gullnámið, sum fleiri hava roknað við, sammett við menningina í øðrum londum. Men virksemið og arbeiðið í Føroyum kann fáa stóran týdning fyri samfelagið

Jan Müller


Hvat heldur so hesin bert 25 ára gamli føroyski serfrøðingurin í olju- og gassskatting um kolvetnisskattalógina, sum er løgd fyri tingið og sum skal til 1. viðgerð í dag!

Fyri Regin er uppskotið til kolvetnisskattalóg bara eitt forlongilsi av vanliga partafelagsskattinum, soleiðis at hann eisini fevnir um aðra vinnu á landgrunninum. Her er einki kontroversielt at finna ella sum hann málber seg - einki, sum kann føra til høvuðsbrýggj nakra staðni.

Regin Hammer heldur, at lógin sum so skuldi verið góð nokk fyri oljufeløgini, ikki minst nú partafelagsskatturin er eitt sindur lægri enn í øðrum londum. Her er hann 27%, og aðrastaðni liggur hann kanska um tey 30%.


Gott at testa skipanina nú

Uppá fyrispurning um tað er rætt at skatta fólkini, sum eru umborð á seismikkskipum eina sera avmarkaða tíð heldur Regin tað vera rímuligt. Hann heldur ikki tað er rætt at samanbera hetta við vanliga fiskiskap í fremmandum sjógvi, sum onkur hevur lagt upp til.

-Her er talan um eitt ávíst projekt, sum miðjar móti at finna olju og gass her. Og vit skulu sjálvandi skatta alt tað projektvirksemi, sum er í gongd á føryskum øki og harvið eisini tey, sum arbeiða við tí.

Og tey, sum arbeiða her kanska bara í eina avmarkaða tíð eitt nú umborð á seismikkskipum eru væl ein partur av projektinum.

Sjálvur heldur Regin, at tað verður avmarkað, hvat vit fáa inn av skatti frá seismikkmanningunum. Henda skattingin er kanska meira at meta sum ein roynd at testa okkara skattaskipan.

-Eg haldi tað er gott, at hetta kemur nú, tí tá verulig gongd kemur í virksemið, hevur tú fingið testað skattaskipanina út frá seismikkmanningunum.


Serskattur og nýtslugjald

Eftir at kolvetnisskattalógin er samtykt, skulu setast í gildi fylgilógir viðvíkjandi fyrisiting av lógini. Eftir tað kemur spurningurin um serskatt og royalty, tvs. nýtslugjald í sambandi við sjálv loyvini. Støða er ikki tikin til tað í sjálvandi kolvetnisskattalógini.

Regin Hammer sigur, at vit verða undir øllum umstøðum noydd til at gera av, um vit skulu hava nakran serskatt, áðrenn loyvini verða givin.

Tá vit spyrja Regin, hvørja hugsan hann hevur um ein komandi serskatt heldur hann fyri, at hetta er nakað hann hevur hugsað um og havt eina meining um, men tað er so nógv broytt síðani tað, ikki bert er oljuprísurin broyttur, eisini samansetingin av oljuídnaðinum er broytt. Sjálvur hevur hann hildið, at tað var rætt við einum serskatti, men í dag er hann ikki so vísur í tí.

Hvat viðvíkur áseting av nýtslugjaldi - royalty - í sjálvum loyvunum, tá hesi verða givin, heldur Regin, tað vera eitt vánaligt amboð til at innheinta við, og tað skuldi man tí kanska ikki brúkt ov nógv. Feløgini vilja eisini sleppa undan tí sum pestin sjálv. Royalty verður nevniliga ikki sett eftir, hvat tú hevur eftir men eftir tí tú framleiðir. Hetta er sera vágiligt fyri feløgini, sum á henda hátt kunnu koma at gjalda høgan skatt sjálvt tá tey hava stórt tap.


Oljuvinnan sum aðrar vinnur

-Men hava vit lítlan partafelagsskatt, kanska ongan ella lítlan serskatt og entá onki ella lítið nýtslugjald, hvussu skal føroyska samfelagið tá fáa sín part av vinninginum?

-Tað er spurningurin. Møguliga eru vit komin hartil, at oljuvinnan ikki longur er ein vinna, har tú vinnur milliónir av krónum uppá ein dag. Kanska er oljuvinnan við at gerast ein vinna sum flest allar aðrar vinnur. Feløgini fáa teir pengarnar inn, sum tað kostar at fáa oljuna upp og lítið meira enn tað. Og tá er ikki nógv eftir at skatta. Tað kundi sæð út til, at gongdin er tann vegin.

Regin Hammer vísir á, at vil illa til, og oljuprísurin ger eitt dykk aftrat og t.d. endar niðri á 8 dollarum, so verður ikki nógv at geva burtur ímillum. Tá verða tað ein til tveir dollarar eftir til felagið, og teir pengarnir eru ov lítið til at krevja skatt av.

Verður hetta gongdin so er greitt, at ein føroysk oljuvinna verður ikki tað gullnámið, sum kanska fleiri høvdu ímyndað sær, nú tá ein hevur sæð, hvussu nógvar pengar vinnan hevur givið av sær við góðu oljuprísunum.

Regin Hammer heldur tó, at vit eiga ikki at gloyma týdningin av tí avleidda virksemi, sum oljuvinnan gevur. -Um nakað fer í gongd, og tað kanska ikki gevur so nógv beinleiðis til landskassan, so kann tað seta nakað av virksemi í gongd, og tann vegin kemur tað at verða betri fyri føroyska samfelagið.

Regin Hammer heldur sjálvur, at hetta við virksemi og arbeiði í Føroyum er nógv sunnari og betri fyri Føroyar. Tí ræður eisini um at fáa føroyskar fyritøkur við í útviklingin, men tó ikki fyri einhvønn prís.

-Latið okkum ímynda okkum, at her kanska bert finst eitt oljufelt. Hava virkini á landi tá longu gjørt seg út til at tað kanska verða funnin nógv fleiri felt, so hava vit tá einki vunnið men í veruleikanum tapt. Talan er og verður tí um eina ballansugongd millum tað vit gera íløgur í og tær vónir vit hava til eina oljuvinnu.


Sáttmálar kunnu broytast

Hóast hann hevur fingið ein góða ballast í útbúgvingini innan oljubúskap, so heldur Regin tað vera sera torført at siga, antin tú skal seta høg ella lág krøv til eitt nú serskatting. Við støðuni sum hon er í løtuni og útlitinum til, hvussu hon kann broytast enn meira, so kanst tú ikki so væl hugsa í búskaparligum banum men kanska meira í taktiskum.

-Men um vit nú siga, at soleingi oljuprísirnir eru lágir, so verður skattingin lág, og tað øvugta verður galdandi, um prísurin fer uppaftur!

-Hetta er ein møguleiki, men tað er ikki serliga populert hjá oljufeløgunum. Tað vilja tey kanska halda er eitt sindur unfair. Men tað er kanska ein metingarspurningur, um tann avtalan, sum varð gjørd fyri kanska fimm árum síðani, tá prísurin var lágur og undir øðrum fortreytum, eisini skal vera galandi, tá prísirnir eru vornir góðir aftur. Vanliga verður sagt í sáttmálum, at um fortreytirnar broytast munandi, so er tann sáttmálin ikki galdandi meira.

Spurningurin er so, um hetta er serliga heiðurlig mannagongd!