Føroyingar til arbeiðis í Hetlandi

-Hetland skal brúka umleið 1000 arbeiðsfólk í sambandi við eina risastóra gassútbygging, og her hava eisini føroyingar møguleika at bjóða seg fram sigur Johan Dahl, landsstýrismaður eftir fund við hetlendska løgmannin.

Eftir ein langan túr úr Het­landi umvegis Aberdeen og Keypmannahavn komu het­­lendski løgmaðurin og varaløgmaðurin seint týs­kvøldið til Føroya. Endamálið við ferðini er at menna sam­vinnuna millum Hetland og Føroyar.
– Tað hevur verið ein sera áhugaverdur fundur, har vit hava kunnað hetlendingar um vinnulig viðurskifti í Før­oyum, hvat fer at henda á landgrunninum í summar, hvørjar ætlanir vit hava í sambandi við orku og el­veiting framyvir oma. Vit hava eisini fingið kunning um teirra spennandi ætlanir viðvíkjandi vindmylnupark og at leggja elkaðal til megin­landið. Vit hava tosað um møguleikar innan inovatión og íverksetan og ikki minst um varandi orkumøguleikar greiðir Johan Dahl frá eft­ir fund við hetlendsku sendi­nevndina.
– Eg og Annika Olsen ætla okkum at fara til Hetlands og Skotlands í mai fyri at síggja við egnum eygum, hvat tey har arbeiða við í sambandi við varandi orkukeldur sigur landsstýrismaðurin.

Føroyingar til Hetlands!
Tey vórðu eisini kunnað um stóru gassútbyggingina í Sull­om Voe, har tað skulu brúk­ast umleið 1000 fólk til arbeiðið.
– Vit hava víst á, at vit eiga mong góð fólk í Føroyum, sum kundu verið við til tað arbeiðið, um tørvur er á tí. Teir føroyingar, sum hava áhuga fyri hesum, kunnu venda sær til Vinnumálastýrið ella til myndugleikarnar í Het­landi, hvussu teir kunnu gerast partur av hesi stóru verk­ætlan.
Johan Dahl vísir á, at møguleikarnir fyri at menna samvinnuna við Het­land spretta m.a. úr tí slóð­brót­andi arbeiði, sum Før­oya Tele hevur gjørt í Het­landi í sambandi við kol­vetn­is­útbyggingarnar til havs og á landi.
Hetlendingar eru áhugaðir at fáa Føroya Tele til at gera fleiri uppgávur í Hetlandi eitt nú í sambandi við breiðband. Hetta er gott fyri Føroya Tele og fyri Hetland heldur landsstýrismaðurin.
Eisini innan byggi- og an­leggsarbeiði eru møgu­leikar hjá føroyskum fyritøkum. –Eg ivist ikki í, at Articon og onnur føroysk feløg kundu havt ágóða av at farið inn í menningarvirksemi í Het­landi.
Johan Dahl sær, eftir fund­in við hetlendska løgmannin, eisini stórar møguleikar í eini samvinnu á oljuøkinum millum Føroyar og Hetland.

Orka
Eisini løgmaðurin í Hetlandi var bjartskygdur eftir fundin við Johan Dahl og sigur, at teir síggja fram til samstarv. Her ikki minst við Føroya Tele, sum kann vera við til at veita hetlendingum breið­band. – Vit síggja eisini fram til samstarv á orkuøkinum við varandi orkukeldum. Í framtíðini fer oljuprísurin at vera so høgur, at hvørki Hetland ella Føroyar megna at fylgja við uttan at gera brúk av øðrum orkukeldum. Vit halda at okkara roynd­ir eisini kunnu koma før­oyingum til góðar og vísir á, at tað átti at borið til at lagt orkukaðal úr Føroyum til Hetlands og víðari inn á skotska meginlandið.
Johan Dahl sigur, at ferða­sambandið er sjálvandi ein stórur trupulleiki fyri at menna samvinnuna. – Het­lendingar ætla sjálvir at taka upp spurningin við flog­ferðsluni og vita, hvat kann gerast frá teirra síðu fyri at fáa flogsamband aftur millum Føroyar og Hetland ella Skotland.
Men ferðasambandið hev­ur eisini alstóran týdning fyri Cluness løgmann: –Tað sigur ikki so lítið, at vit fóru úr Hetlandi klokkan átta á morgni, og tá klokkan var átta á kvøldið vórðu vit framvegis uppi yvir Hetlandi ávegis til Føroya.
Samskifti er altavgerandi fyri samvinnu millum lond og har er flutningur av stór­um týdningi, so vit síggja fram til loftvegis samband í framtíðini og vónandi eisini sjóvegis samband.
-----------
Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04