Finnur Helmsdal, tingmaður
Her fyri legði undirritaði, vegna Tjóveldisflokkin, fyri aðru fer í hesum valskeiðnum fram uppskot um at broyta lógina um fyritíðarpensión soleiðis, at lægsta fyritíðarpensión verður tikin av. Ìstaðin skulu tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensión fáa tað, sum í dag svarar til meðal fyritíðarpensión. Síðan hava ikki færri enn 29 fakfeløg gjørt vart við, at tey taka fult og heilt undir við uppskotinum. Og er hetta ein greið ábending um, hvussu neyðugt tað er at fáa hesa broyting framda.
Málið er ikki viðgjørt í tinginum enn, men leggur landsstýrismaðurin í almannamálum líka í tað. Hann hevur longu verið úti og boðað frá, at lægsta fyritíðarpensión skal ikki avtakast enn. Fyrst skal eitt átak setast í verk á Arbeiðsmarknaðardeildini hjá Almannastovuni. Eitt átak, sum hevur til enda máls at fáa fyritíðarpensionistar út á arbeiðsmarknaðin. Landsstýrismaðurin ætlar at styrkja deildina soleiðis, at tað skal vera møguligt at fáa fyritíðarpensionistar til arbeiðis. Tað er sjálvandi best fyri flestu okkara at arbeiða heldur enn at fáa pensión. Men loyvir ein sær at ivast í, at landsstýrismaðurin hevur orðað hesa ætlan saman við nøkrum á Almannastovuni. Tey, sum hava royndir innan økið vita fullvæl, hvussu torført tað er at útvega størv til førleikatarnað fólk, tey vita hvussu strilti tað gongur, at fáa arbeiðspláss at taka slík fólk í arbeiði. Fólk, sum kenna økið vita eisini, at primera arbeiðsuppgávan hjá Arbeiðsmarknaðardeildini er at hjálpa fólki at fáa arbeiði, sum enn ikki hava fingið pensión játtaða. Og nú skulu tey so eisini taka sær av teimum, sum hava fingið pensiónina. Vit tosa ikki um fimm ella tíggju fólk, vit tosa um gott 500, sum hava lægstu fyritíðarpensión, og møguliga um nøkur, sum fáa meðal.
Krevur fólk og tíð
Nú veit eg væl, at hvørki landsstýrismaðurin ella nakar annar bara droymir um at fáa allar fyritíðarpensionistar út á arbeiðsmarknaðin. Men skal nakar logikkur vera í, at siga at slíkt átak er alternativ til uppskot Tjóðveldisfloksins, so tosa vit væl um, at nakrir hundrað fyritíðarpensionistar koma út á arbeiðsmarknaðin 2007. Og gera vit tað, so skal Arbeiðsmarknaðardeildin ikki bara styrkjast, so skulu flestu starvsfólk á Almannastovuni leggja verandi arbeiði niður og fara í starv á Arbeiðsmarknaðardeildini. Ja, deildin skal í hvussu er hava oman fyri 50 starvsfólk, um nakað sum helst høpi og samsvar skal vera í. Ein arbeiðsmarknaðardeild við 8-10 fólkum, eg veit ikki hvat HPS ætlar, hevur ongan verðsins møguleika at fáa fleiri hundrað fyritíðarpensionistar út á arbeiðsmarknaðin 2007. Bara tað at finna arbeiðsplássini krevur eina rúgvu av tíð og starvsfólkum. Og so er eitt ótal av arbeiðsuppgávum umframt.
Oman á alt kemur so eisini, at eitt slík átak er ótrúliga kostnaðarmikið. Tosa vit um virðilig arbeiðstilboð, tosa vit um virðiliga løn, so skal roknast við, at landskassin skal lata umleið eina arbeiðsmannaløn fyri hvønn fyritíðarpensionist, ið kemur út á arbeiðsmarknaðin. Nøkur arbeiða ikki fulla tíð, og verður kostnaðurin tá ein brøkur av arbeiðsmannalønini. Vit skulu ikki rokna við, at arbeiðsplássini gjalda serliga nógv av lønini. Í hvussu er ikki fyrstu árini. Vit tosa tí um eitt ótal av milliónum árliga til at løna teimum, sum koma út á arbeiðsmarknaðin. Vit tosa eisini um fleiri milliónir til teirra, sum skulu hjálpa hesum fólkunum at fáa arbeiðsmøguleikarnar. Lesari skilur uttan iva, at talan er her um tankar ella ætlanir, sum ikki hava nakað sum helst samband við veruleikan.
Tosa vit um færri
Allarhest hava tey, sum hava tosað við landsstýrismannin um hetta mál, hugsað um nógv færri fyritíðarpensionistar sum potentiellar arbeiðstakarar. Og skilur ein eisini væl, at so er. Eingin fegnast meira, enn ein sjálvur um tað, at átøk verða sett í verk fyri at fáa førleikaskerd út á arbeiðsmarknaðin. Men so mugu vit eisini minnast til og ásanna, at eitt slíkt átak ikki kann metast sum eitt alternativ til okkara uppskot um at avtaka lægstu fyritíðarpensión. Her er talan um tvey ymisk átøk, sum bæði kunnu sjósetast í senn, sum kunnu koyra paralellt uttan at vera forðing hvørt fyri øðrum.
Tað er skilagott at styrkja Arbeiðsmarknaðardeildina á Almannastovuni soleiðis, at man har verður betri førur fyri og fær betri stundir til at fáa førleikaskerd út á arbeiðsmarknaðin. Eitt átak, sum við tíðini fer at hava við sær, at færri fáa játtað fyritíðarpensión. Vit skulu tó ikki gloyma, at talan er um ógvuliga krevjandi arbeiðsuppgávur, sum ikki kunnu gangast við 50 ella 100 bara soleiðis. Tað ber ikki til at blæsa ein slíka deild upp eftir fáum mánaðum og síðan rokna við, at nú koma flestu fyritíðarpensionistar í arbeiði.
Hugsa um fyritíðarpensionistarnar
Fari tí at nýta høvi til at biðja Hans Paula Strøm um, ikki at hugsa so nógv um at forða lógaruppskotum Tjóðveldisfloksins. Fari inniliga at heita á landsstýrismannin um at hugsa um trongu støðuna, okkara fyritíðarpensionistar eru í. Serliga teir, sum fáa lægstu fyritíðarpensión. Teir eru lægst lønti bólkurin í samfelagnum í løtuni, tí er alneyðugt at fremja tær broytingar, sum Tjóðveldisflokkurin hevur skotið upp. Tað er alneyðugt at fremja tær beinanvegin. Einki, púrt einki, forðar fyri, at landsstýrismaðurin samstundis arbeiðir fyri sínum ætlanum um at styrkja Arbeiðsmarknaðardeildina á Almannastovuni. Ger hann bæði tingini, so hevur hann við einum styrkt munandi um støðuna hjá teimum, sum fáa lægstu fyritíðarpensión.
Annars kann ein ikki lata vera við at gera vart við hvussu hugstoytt tað er, at politiska viðgerðin av lógaruppskotum frá t.d. Tjóðveldisflokkinum ikki fer fram í tinginum. Landsstýrismenninir hava tikið yvir starvið hjá tingmonnum, og eru tað teir sum avgera lagnuna hjá lógaruppskotunum.