168 fólk lótu lív í eldsvanlukkuni, sum var ein av teimum ringastu bústaðareldsbrununum í heiminum í fleiri áratíggju.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Tey sjey fólkini og fyritøkurnar eru ákærd fyri 25 ymisk brot, millum annað óviljað manndráp, hvítvasking av pengum og skattasvik.
Eldurin breiddi seg skjótt millum fleiri høg hús í bústaðarøkinum.
Stutt eftir vanlukkuna vórðu fleiri fólk handtikin. Millum teirra vóru tveir stjórar og ein ráðgevi hjá einari fyritøku, sum var í ferð við umvælingararbeiði í bygningunum, tá eldur kom í.
Kanningarnar benda á, at arbeiðið kann hava havt samband við eldsupprunan, men myndugleikarnir hava enn ikki almannakunngjørt allar niðurstøðurnar frá kanningini.
Málið verður mett at vera eitt av teimum størstu og mest umrøddu revsimálunum í Hongkong seinastu árini.











