gera klárt at koyra í land. Tað er fyri at spara tíð, og tað verður eisini gjørt umborð á Smyrli, og tað var hetta, sum hendi umborð á Prince, tá ið myndin varð tikin, og ikki tað, at portrið hevði staðið [...] langa tíð, serliga tók tað so langa tíð til fólk og bilar sluppu í land. Hilmar Eliasen sigur, at ein stóran part av tí, er takkað verið ein mynd, sum varð lagt á Facebook, og har tað stóð, at hekkuportrið [...] Hann sigur, at annars er tað áhugavert, at tað er ongantíð fluttur so nógvur farmur ímillum Havnina og Suðuroy, sum hesar vikurnar, Prince hevur siglt. Men hann sigur, at tað verður greitt nágreiniligari
geiran. Tað almenna hevur hevur eisini stóran tørv á KT-útbúnum fólki, serliga KT-supportarum. Tað almenna tekur í løtuni ikki lærlingar innan yrkið, og hetta skuldi verið broytt, soleiðis at tað almenna [...] Tað almenna skal hava størri leiklut í at útbúgva nýggjar lærlingar, serliga innan skrivstovuyrki og onnur yrki, ið einamest virka innan almenna geiran. Tað er ein av niðurstøðunum í tilmælinum, ið varð [...] Men av tí at tað er ov trupult at fáa lærupláss innan føðsluatstøði hjá tí almenna, velja fleiri at fara í kokkalæru ístaðin, og hetta er ein trupulleiki, stendur í tilmælinum. Hóast tað almenna er og
Tá ið tað snýr seg um úrtøkuna í stigum gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt tíggju tær undanfarnu ferðirnar, tá ið KÍ tíðliga seinnapartin var gestur hjá B71. Burtursæð frá í fyrsta umfari, tá ið tað [...] varð hann avloystur av Kristoffuri Jakobsen, sum hevur verið skaddur tað mesta av hesum kappingarárinum. Tórur Justsen, sum undanfarin ár hevur verið partur av besta KÍ liðnum, men sum í ár ikki venur so [...] tvífaldur málskjútti hjá KÍ. Hetta var fimti heimadysturin hjá B71 í ár, og hetta var triðja ferðin, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. B71 hevur eisini tapt á heimavølli ímóti ÍF (3-2) og NSÍ (4-2). Tijani
spælitíð. Les eisini: Alt um 12. umfar Í leguni hjá Suðringum iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um leiðsluna. Tað er eisini ónøgd um málið, sum Gestur B. Dam skorar, tá hann minkar um munin [...] er talan um fríspark. -Eg havi bíða spentur at sleppa at síggja upptøkurnar, tí eg helt tað var fríspark – men tað halda málverja ofta, tá teir koma í ein tvídyst. Eg haldi ikki at málverjar skulu verða [...] umfar var í landskappingini hjá monnum í gjár. Undirhald, spenningur og fleiri umstríddar støður hava verið. Á Eiði vóru Suðringar á odda 2-0, men seks minuttir fyri tíð minkaði EB/Streymur um munin, og javnaði
Jóhan Petur Abrahamsen. Hann sigur, at tað er bara ein máti at loysa trupulleikan upp á, og tað er at hava eina manning afturat, men tað er ikki hugsingur um tað á fíggjarætlanini hjá Strandferðsluni. [...] Høvdu vit havt kafeteria opið í gjárkvøldið, hevði tað verið lógarbrot. Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Sum vit skrivaðu í áðni vóru ferðafólk við Smyrli misnøgd við [...] talan er um her. Tað eru eisini ferðafólk, sum alment hava gjørt vart við, at tey hava verið afturúrsigld, tí tey hava ikki vita av, at ferðaætlanin er broytt. Rakstrarleiðarin sigur, at tað er altíð ein
rækjum fyri umleið 75 milliónir krónur. Tað svarar til ein miðal prís upp á umleið 31 krónur fyri kilo. Høvdu vit brúkt allar fiskidagarnar undir Svaldbard, hevði tað givið 88 milliónir krónur afturat í [...] bara ein brotpart av teimum rækjum, vit hava loyvi at fiska undir Svaldbard og í russiskum sjógvi. Tað staðfesti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Løgtinginum í dag. Kári P. Højgaard, [...] Hann sigur, at í nógv ár hevur føroyski rækjufiskiskapurin undir Svaldbard, og í russiskum sjógvi, verið eitt munagott ískoyti til føroyska búskapin, men seinastu árini er fiskiskapurin nógv minkaður. Høgni
bygningar eru farnir, tí tað líkist svartasta ongum, at tað verður so lítið sett av til at halda bygningarnar fyri. Men hon heldur seg eisini vita, hví støðan er so vánalig. Tað gevur kanska ikki so nógvar [...] Jónleif Johannesen er eisini formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, og hann vísir á, at tað hevur fleiri ferðir verið funnist at løgtinginum, tí at ongin vilji er til at seta pening av til at halda almennar [...] áðrenn teir annars skuldi verið uppslitnir. Jónleif Johannesen sigur, at hann hevur fingið upplýst, at tá ið ein bygningur hevur tænt fyri seg eftir eitt langt áramál, er tað av røttum soleiðis, at fýra
av dystinum. Ein lætti Tað var ein stórur lætti fyri føroyameistararnar, at tað eydnaðist at vinna hesaferð. Venjarin ásannaði síðsta vikuskiftið, at úrslitini hava ikki verið nøktandi, og hann var undir [...] royna seg. Føroyameistararnir hava verið lítið støðugir seinastu vikurnar. HB hevði tapt 1-4 fyri B36 og KÍ undan vitjanin á Sandi. Við verjukempuni á liðnum eydnaðist tað loksins aftur at fáa trý stig í [...] í skjáttuna. Veteranarnir skoraðu Tað kom einki mál undan steðginum. Tað var fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, ikki noyddist í meskarnar eftir bóltinum fyrstu
lítil kapping sum millum tey feløg, sum selja olju. Jóannes Eidesgaard segði, at tí hevði tað verið eitt hugskot, at tað almenna við Húsalánsgrunninum og Realinum og við teimum 600 milliónum krónunum, sum fingist [...] undir trýst. Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnðarfloksins í formansfrágreiðin síni á landsstevnu floksins fyri eini lítlari løtu síðani. Hann legði afturat, at hetta kundi verið eitt projekt [...] útlánsrentuni. Men tað sigur seg sjálvt, at skal ein banki vinna eina hálva millión um dagin í egnan lumma, bara upp á ein part av heimamarknaðinum og ikki aðrastaðni frá, so má tað merkjast onkustaðni
Justinussen hevur verið í Svøríki og royndarvant, og Pól Jóhannus Justinussen hevur í vikuni verið í Aalborg og royndarvant. Annars er tað so friðarligt í føroyska fótbóltsheiminum, sum tað plagar at vera [...] Holst. Hann og Silkeborg dríva framvegis á, og tølini siga, at tað hilnast væl hjá teimum. Mánakvøldið var Silkeborg á vitjan í Århus, og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við fullari úrtøku. Úrslitið [...] við úrtøku – fimm ferðir hava teir vunnið, og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki. Silkeborg er á sjeynda plássi við 23 stigum. Tað eru trettan stig niður til niðurflytingarstrikuna, og harvið