Tað almenna skal rinda leigu – til sín sjálvan

Tað kann vera ein máti at loysa ein trupulleika, nógvir løgtingslimir hava ringa samvitsku av – men ikki gera so nógv við

 

 

– Ein loysn kann vera, at almennir stovnar skulu rinda leigu fyri tey høli teir brúka – eisini hóast talan er um ein almennan bygning

 

Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at hetta kann vera ein máti at loysa tann ovurstóra trupulleika tað er, at almennir bygningar rotna burtur, tí at Løgtingið ikki játtar nokk av pengum til at halda teir fyri

 

Jónleif Johannesen er eisini formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, og hann vísir á, at tað hevur fleiri ferðir verið funnist at løgtinginum, tí at ongin vilji er til at seta pening av til at halda almennar bygningar fyri. Avleiðingin er, at teir forfella og mugu endurnýggjast fleiri áðrenn teir annars skuldi verið uppslitnir.

 

Jónleif Johannesen sigur, at hann hevur fingið upplýst, at tá ið ein bygningur hevur tænt fyri seg eftir eitt langt áramál, er tað av røttum soleiðis, at fýra prosent av kostnaðinum eru farin til projektering, 16 prosent eru farin til sjálva byggingina, og 80 prosent eru farin til at halda bygningin fyri øll árini.

 

– Og tá ið Løgtingið ikki vil játta pening til 80 prosent av kostnaðinum, sigur tað seg sjálvt, at tað verður ein galin endi.

 

Tí heldur hann, at ein loysn er at tey ymsu ráðini undir landsstýrinum skulu rinda Landsverki leigu fyri at brúka eini høli, eisini hóast talan er um ein almennan bygning. Leigan skal so setast á eina serstaka kontu hjá Landsverki sum bara skal brúkast til ábøtur og umvælingar.

 

Eisini fleiri aðrir tinglimir harmaðust um støðuna. Ein av teimum var Ruth Vang, sum løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Hon sigur, at hon hevur rættiliga ringa samvitsku av at síggja, hvussu illa almennir bygningar eru farnir, tí tað líkist svartasta ongum, at tað verður so lítið sett av til at halda bygningarnar fyri.

 

Men hon heldur seg eisini vita, hví støðan er so vánalig. Tað gevur kanska ikki so nógvar atkvøður at játta pening til at halda bygningar fyri, tí tað sæst einki til teir, heldur hon.