Nógv tað mesta verður ikki brúkt

Føroyingar fiska bara ein brotpart av teimum rækjum, vit hava loyvi til at fiska

Føroyingar fiska bara ein brotpart av teimum rækjum, vit hava loyvi at fiska undir Svaldbard og í russiskum sjógvi.

 

Tað staðfesti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Løgtinginum í dag.

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevði spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um føroyska rækjufiskiskapin við Svaldbard hesi seinastu fimm árini.

 

Hann sigur, at í nógv ár hevur føroyski rækjufiskiskapurin undir Svaldbard, og í russiskum sjógvi, verið eitt munagott ískoyti til føroyska búskapin, men seinastu árini er fiskiskapurin nógv minkaður.

 

Høgni Hoydal sigur, at vit hava havt loyvi at fiska Rækjur undir Svalbard í 922 dagar um árið, men at vit hava bara brúkt ein brotpart av teimum, ella ímillum 165 dagar og 419 dagar um árið. Í russiskum sjógvi høvdu vit eina rækjukvotu upp á 4000 tons í 2013, men síðani hevur hon verið 5000 tons um árið. Men vit hava fiskað meiri enn ein part av henni, ella ímillum 1607 tons og 3123 tons um árið.

 

Høgni Hoydal sigur annars, at føroyski fiskiskapurin eftir rækjum var í hæddini í 1990 og har um leið. Frá 1986 til 1988 vóru 13 føroysk rækjuskip, frá 1989 til 1990 vóru 14 rækjuskip, í 1991 vóru 11 rækjuskip, í 1992 vóru 12 rækjuskip og í 1993 vóru 10 rækjuskip. Men nú er bara eitt eftir.

 

Hann sigur, at í frágreiðingini »Størri vøkstur í fiskivinnuni« sum varð løgd fram í 2016, stendur, at í 2015 fiskaðu vit 700 tons av rækjukvotuni í russiskum sjógvi, sum vórðu seld fyri 28 krónur kilo miðal. Fiskaðu vit øll 5000 tonsini, hevði tað givið 142 milliónir krónur við hesum prísi ella 122 milliónir afturat tí, sum fiskað var fyri í 2015.

 

Í 2015 brúktu vit 424 dagar undir Svaldbard og fiskað 2383 tons av rækjum fyri umleið 75 milliónir krónur. Tað svarar til ein miðal prís upp á umleið 31 krónur fyri kilo. Høvdu vit brúkt allar fiskidagarnar undir Svaldbard, hevði tað givið 88 milliónir krónur afturat í landingarvirði.

 

Les um eina løtu: Eg eri skelkaður