Tað almenna skal hava fleiri lærlingar

Tað almenna skal hava størri leiklut í at útbúgva nýggjar lærlingar, serliga innan skrivstovuyrki og onnur yrki, ið einamest virka innan almenna geiran.

Tað er ein av niðurstøðunum í tilmælinum, ið varð handað mentamálaráðnum í fjør.

 

Tørvurin hjá tí almenna á føðsluatstøðingum er stórur, men í løtuni eru bert trý arbeiðspláss hjá tí almenna góðkend at taka inn lærlingar. Hetta bendir sambært tilmælinum á, at bert trý almenn starvspláss útbúgva føðsluatstøðingar, og hetta er ikki nokk til at nøkta almenna tørvin.

Føðsluatstøðingar og føðsluhjálparar arbeiða nógv innan almennar stovnar, so sum á kantinum, dagstovnum og ellisheimum, har uppgáva teirra er at tryggja heilsugóðan mat, ið livir upp til altjóða føðslutilráðingar. Útbúgvingin er annarleiðis í mun til kokkayrkið, tí føðsluatstøðingurin skal eisini hugsa um føðsluvirðið í matinum heldur enn bert matupplivilsið.

Men av tí at tað er ov trupult at fáa lærupláss innan føðsluatstøði hjá tí almenna, velja fleiri at fara í kokkalæru ístaðin, og hetta er ein trupulleiki, stendur í tilmælinum.

 

Hóast tað almenna er og hevur verið við til at útbúgva fólk til skrivstovuhald, so er parturin hjá tí almenna alsamt minkaður seinastu árini, og nú eru bert 25 prosent av øllum lærlingum innan skrivstovu í almennari læru. Verður hugt at øllum merkantila økinum, eru bert 10% av øllum lærlingum, sum verða útbúgvin innan almenna geiran.

 

Tað almenna hevur hevur eisini stóran tørv á KT-útbúnum fólki, serliga KT-supportarum. Tað almenna tekur í løtuni ikki lærlingar innan yrkið, og hetta skuldi verið broytt, soleiðis at tað almenna eisini átekur sær sín part í at útbúgva KT-supportarar, stendur í tilmælinum, tí hetta er samstundis eisini ein vinna, ið privati arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á.

 

Yvirhøvur eigur almenni geirin at gera eina avtalu um eitt støðugt lærlingatal, eins og tað privata skal, stendur í tilmælinum. Tað almenna skal greina, hvussu stórur tørvur er á lærlingum innan ymsu yrkini, og síðani skulu mál ásetast fyri, hvussu nógvir lærlingar skulu útbúgvast innan yrkini, sum til dømis skrivstovufólk, føðsluatstøðingar og KT-supportarar.