Finnur Justinussen hevur verið í Svøríki og royndarvant, og Pól Jóhannus Justinussen hevur í vikuni verið í Aalborg og royndarvant. Annars er tað so friðarligt í føroyska fótbóltsheiminum, sum tað plagar at vera um hesa tíðina.
Undantakið er landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst. Hann og Silkeborg dríva framvegis á, og tølini siga, at tað hilnast væl hjá teimum.
Mánakvøldið var Silkeborg á vitjan í Århus, og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við fullari úrtøku. Úrslitið var 2-0. Hetta var áttandi landskappingardysturin á rað, at teir reyðu og hvítu úr Silkeborg fóru av vøllinum við úrtøku – fimm ferðir hava teir vunnið, og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki.
Silkeborg er á sjeynda plássi við 23 stigum. Tað eru trettan stig niður til niðurflytingarstrikuna, og harvið er hóttanin av niðurflyting ikki aktuel.
Tvey umfør eru eftir, áðrenn superligan fer í vetrarfrí. Sunnudagin fær Silkeborg vitjan av FC Nordsjælland, og annan leygardag skal Silkeborg spæla á heimavølli ímóti AaB.
Christian Lamhauge Holst heldur, at tað eru góðir møguleikar fyri, at tað skal eydnast Silkeborg at vinna fulla úrtøku burtur úr teimum báðum heimadystunum, sum eru á skránni næstu vikurnar.
Føroyski landsliðsspælarin er fastur maður á liðnum, og honum dámar serliga væl nógvu uppgerðirnar millum jysku feløgini.
– Tað er nakað serligt at spæla grannadystir. Intensiteturin er stórur, og tað er gott fyri bæði spenningin og spælið.
Í næstsíðsta umfari vann Silkeborg 4-1 á heimavølli ímóti grannunum í FC Midtjylland. Á útivølli vann Silkeborg 2-1 á FCM tíðliga í kappingini. Fyrr í heyst var úrslitið 1-1 ímóti Horsens, bæði á útivølli og á heimavølli, og tað endaði 1-1, tá ið AaB vitjaði í Silkeborg.