Tað var um 21 tíðina fyrrakvøldið, at leiting varð sett í verk í Vágum, tí at ein maður, sum var farin av Slættanesi klokkan 16 móti Sandavági, ikki var komin vegin fram. Teir høvdu verið eftir nátum og høvdu verið á Slættanesi og roytt. Tá gjørdi ein maður av at fara til gongu. Hinir fóru víðari við bátinum. Tað var klokkan 16.
Tá maðurin ikki var komin vegin fram klokkan 21, órógvaðust fólk, og leiting varð sett í verk. Tá var tjúkkur mjørki. Ein løgreglupatrulja við hundum varð sigld norð á Slættanes. Tá var so tjúkt, sigur vaktleiðarin á politistøðini, at løgreglumenninir søgdu, at teir høvdu ikki sæð mannin, um hann so var tveir metrar frá teimum. Teir eltu tó eina slóð, men komnir um Markná, hvarv slóðin. Teir hildu leiðina fram til Vatnsoyrar, hagar teir komu tíðliga á morgni, uttan at síggja nakran mann.
Tíðliga gjáramorgunin lætti mjørkin eitt sindur, og farið varð at leitað við tyrlu, har løgregla var við.
Tá komu so boð frá Tjaldrinum, sum leitaði í Vestmannasundi, at teir sóu ein mann uppi yvir sjóvarmálanum á veg móti Oyrargjógv.
Tyrlan fór at kanna, og tað vísti seg at vera maðurin.
– Hann hevði gjørt tað einasta rætta, hann hevði sett seg niður, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
– Hann hevði bíða, til hann kendi seg aftur. Royndi at sleppa úr mjørkanum og var farin omaneftir. Tí broytti hann ætlan og setti kósina ímóti Oyrargjógv í staðin fyri Sandavági.
Hann var kaldur, men tá hann varð funnin. Men kom tó afturíaftur í øllum góðum, og alt spældi væl av.