Fimm frystilínuskip í føroyskum sjógvi

- Steymurin verður harður alla næstu viku, men veðrið verður gott

 

Í løtuni fiska fimm frystilínuskip í føroyskum sjógvi.

 

- Restin av skipunum liggja við bryggju, men onkur fer helst út í vikuni.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Um útróður verður sagt, at steymurin verður harður alla næstu viku, men veðrið verður gott.

 

- Vit vænta tískil, at nakað verður av snellufiski í næstu viku, verður lagt aftrat.