Tvøroyrar Skjalasavn fingið stórfingna gávu

Mánadagin 1. september fekk Tvøroyrar Skjalasavn forkunnuga vitjan  norðanfjørðs. Øll nevndin í Føroya Fiskimannafelag, og starvsfólk, var komin suður, at vitja.

Vitjanin var komin í lag, tí at nevndin í Føroya Fiskimannafelag í juni 2023 samtykti, at skjalagoymsla felagsins skuldi skrásetast og fáast í trygga varðveitslu á Tvøroyrar Skjalasavni. Heili tríggir fullir flytibilar eru komnir suður við tilfari, síðan hetta var samtykt og nú er skrásetingin av rúgvismikla tilfarinum liðug. Savnindi Føroya Fiskimannafelag er stórt, einar 1300 ríkisarkiv-eskjur.

 

SPENNANDI DAGSSKRÁIN ÁVIRKAÐ AV GALAXY

 

Nú gestirnir komu suður mánadagin, hevði Tvøroyrar Skjalasavn lagt eina spennandi dagsskrá fyri dagin, men alt mátti flytast ein tíma, tí gestirnir sluppu ikki í land av griksku ferjuni Galaxy. Í heilan tíma vóru gestirnir noyddir at bíða á bildekkinum, inntil rampan fekst niður og koyrast kundi í land.

 

Vitjað varð sjálvandi fyrst á Tvøroyrar Skjalasavni, har Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, tóku ímóti ferðalagnum. Kári nýtt fyrst høvið at takka Fiskimannafelagnum fyri álitið at lata savnindini í varðveitslu her á staðnum. Kári greiddi eisini frá virkseminum hjá savninum og spennandi framtíðarætlanum. Síðan varð farið rundferð á savninum. Gestirnir vóru sera hugtiknir av góðu og professionellu umstøðunum á Tvøroyrar Skjalasavni og var tað teimum til stóra gleði at síggja, at alt tilfarið hjá felagnum var skrásett og tilgongiligt.

 

##med2##

DELTA SEAFOOD, VARÐIN PELAGIC OG SALT

 

Eftir Skjalasavnið varð fyrst vitjað á Delta Seafood. Delta virkar saltfisk á havnarlagnum á Tvøroyri og Marnus Jespersen, stjóri, tók ímóti og hevði eina áhugaverda framløgu, áðrenn farið varð ein túr inni á virkinum, har til bar hjá gestunum at síggja framleiðsluna, meðan hon var í gongd.

 

Eftir hetta var tað Varðin Pelagic, ið varð vitjað. Ólavur Bjarkhamar er rakstrarsjóri á hesum risa uppsjóvarvirki, ið eisini heldur til á havnarlagnum á Tvøroyri. Ólavur hevði eina góða framløgu um virksemið og framtíðarætlanirnar hjá hesum risastóra og framkomna virki.

 

SALT á Drelnesi var næsti støðgur á vitjanini, har Kári Jespersen hevði framløgu um bygningin og søgu hansara – um stóra týdningin hann hevði fyri Tvøroyri og Føroyar sum heild. Fyrr hevði SALT alstórantýdning fyri skipaferðsluna, ið nýtti kol og fyri fiskivinnuna, ið nýtti salt til tað, ið fiskað var. Nú er SALT ein stásiligur mentanardepil, ið einki stendur aftan fyri tílíkar aðrastaðni, heldur tvørtur ímóti. Áhugaverda framsýningin SALT-1938 stóð frammi og var hetta eitt kærkomið høvi hjá ferðalagnum, at kunna seg um bygningin og søgu hansara.

 

##med3##

VÆL NØGDIR GESTIR

 

Um kvøldið var Tvøroyrar Skjalasavn vertur fyri døgurða á Hotel Tvøroyri, har eisini borgarstjórin, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, býráðslimur, luttóku.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, lat her eisini gestirnir vita, at kommunan er sera glað fyri at Fiskimannafelagið hevur valt Tvøroyrar Skjalasavn til at varðveita søgu felagsins og tað var bara at gleðast um, at eisini onnur sóu dygdina í Tvøroyrar Skjalasavni. Hann segði eisini, at ”nú eru skjølini endiliga komin heim». Hann nevndi hetta, tí at øll tey fyrstu árini, gingu forhandlingarnar millum fiskimenninir og reiðararnir, á Tvøroyri. Um hetta, var breið semja kring borðið.

 

SPENNANDI FRAMTÍÐ HJÁ SKJALASAVNINUM

 

Kári Jespersen segði, undir vitjanini, at framtíðarætlaninar eru mangar og spennandi. Ætlanin er at fáa bygt afturat savninum, so til ber at fáa næstan tað tvífalda afturat, í savnsplássi. Savnindi leggjast støðugt afturat og eisini er áhugin fyri at nýta savnið í granskingararbeiði, vaksandi.

 

Um stutta tíð stendur Pakkhús 18, ið Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn eigur, liðugt umvælt, beint við síðunar av Tvøroyrar Skjalasavni. Lætt er at ímynda sær, at her fer samspælið millum bygningarnar báðar at rigga sera væl, bæði til arbeiði og eitt nú framsýningar og fyrilestrar.

 

##med4##

STÓRFINGIN GÁVA FRÁ FISKIMANNAFELAGNUM

 

Tá Fiskimannafelagið vitjaði Skjalasavnið, kom formaðurin, Jan Højgaard, við stórfingnari gávu til Skjalasavnið. Jan Højgaard segði, at av tí at Skjalasavnið hevði tikið ímóti skjølunum hjá Fiskimannafelagnum og vildi hava tey í varðveitslu, so vildi felagið lata savninum ein kekk á 25.000 kr. Hann var takksamur fyri tað arbeiðið savnið hevði gjørt og helt tað var ótrúligt at starvsfólkini á savninum høvdu megnað at skrásett alt so skjótt og so væl.

 

Jan Højgaard, segði í røðu síni, at tað var teimum beinanvegin greitt, at í Kára og Jens Paula høvdu teir tveir mans, ið veruliga brendu fyri hesum, at savna saman, skráseta og varðveita. Tað var skjótt at semja fanst í nevndini og savnindini vórðu flutt suður. Hann læt sera væl at umstøðunum á Skjalasavninum og fegnaðist um, at nú bar til at finna júst tað ein hevði tørv á, á ein skjótan hátt. Hetta fer at verða m.a. granskarum til stóran gagns.

 

Kári Jespersen takkaði hjartaliga fyri og segði at hesin pengingur kom sera væl fyri hjá savninum og at hann sanniliga skuldi verða nýttur Tvøroyrar Skjalasavni til gagns.

 

Ein sera góð og gevandi vitjan fyri allar partar.