Jana var toppskjútti í fyrsta endaspælsdystinum

Viborg tapti aftaná ein sera málríkan dyst

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld fyrsta dystin í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í BIOBIRC Arena tapti Viborg í einum sera málríkum dysti 37-40 fyri Ikast. Viborg avrikaði betri í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 16-13.

 

Jana var við átta málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Jana legði eisini upp til fýra mál (assist). 

 

Í sama bólki í ovara endaspælinum, bólki 2 spæla Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens ío morgin klokkan 17.30 dyst á heimavølli móti bólkafavorittunum, Odense.