Ljóst í Gundadali í eina heila viku

Ljósini á Ovaravølli í Gundadali í Havn hava verið tendrað í eina heila viku

Soleiðis skrivar Poul Michelsen, nærmasti granni til stadionøkið í Gundadali í Havn. 

– Nú hava vit - í Gundadali - havt ókeypis ljós á Ovaravølli í eina heila viku. Kommunan betalir – men av tí at ljóskastararnir eisini órógva náttarsvøvnin, skal eg heilsa os siga, at vit heldur vilja gjalda fyri náttarsvøvnin sjálvi, skrivar hann eitt sindur argandi.

 

Vit hava roynt at fingið fatur á teimum, sum varða av »Ítróttaanleggum« hjá kommununi, men tey hava ikki svarað enn.