Rani: Eg haldi tað er fríspark

Suðringar eru ikki heilt nøgdir við fyrra málið hjá EB/Streymi í 2-2 javnleikinum

Fult umfar var í landskappingini hjá monnum í gjár. Undirhald, spenningur og fleiri umstríddar støður hava verið. Á Eiði vóru Suðringar á odda 2-0, men seks minuttir fyri tíð minkaði EB/Streymur um munin, og javnaði seinni til 2-2 seinasta minuttinum av vanligari spælitíð.

 

Les eisini: Alt um 12. umfar

 

Í leguni hjá Suðringum iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um leiðsluna. Tað er eisini ónøgd um málið, sum Gestur B. Dam skorar, tá hann minkar um munin til 2-1. At síggja til, so bresta málverjin hjá Suðrinum, Rani N. Johannesen, og Marni Djurhuus úr EB/Streymi saman. Úrslitið er, at Gestur B. Dam lættliga kann minka um munin.

 

- Eg haldi hatta er fríspark. Bólturin verður skotin upp ímóti vindinum, so hann ferðiast eitt sindur løgið. Eg royni at vippa bóltin upp um yvirleggjaran. Í tí eg fái hondina á bóltin, kemur Marni Djurhuus við fullari ferð inn í kroppin á mær, men er ikki nær við at fáa bóltin, sigur Rani N. Johannesen.

 

Málverjin hjá Suðringum leggur dent á, at hann als ikki heldur at málverjan skulu hava sertreytir inni í egnum brotsteigi, men heldur fyri, at í hesum førinum er talan um fríspark.

 

-Eg havi bíða spentur at sleppa at síggja upptøkurnar, tí eg helt tað var fríspark – men tað halda málverja ofta, tá teir koma í ein tvídyst. Eg haldi ikki at málverjar skulu verða vardir, men hetta haldi eg er fríspark, sigur Rani N. Johannesen.

 

Fleiri umstríddar støður hava verið í hesum umfarinum. Á Argjum høvdu dómararnir rætt, tá teir ikki vinkaðu fyri rangstøðu, tá Adrian Justinussen skoraði einsamalla málið í dystinum, men har er ónøgd við kolldømda málið í hinum endanum, og teir vildu hava brotsspark.

 

Les eisini: Málið hjá HB er ikki rangstøða

 

í Gundadali eru runavíkingar ónøgdir við brotssparkið, sum teir fingu í móti sær, meðan B36 spælararnir vildu hava brotsspark í eini støðu frammanundan.