Loksins riggaði tað

Tað var fyri fyrstu ferð í fimm landskappingar­dystum, at tað ikki eydnaðist mótstøðuliðnum at fáa mál móti HB, tá B71 hevði vitjan av føroyameistarunum. Tað hevði ávirkan, at Hans á Lag var aftur í miðverjuni

Heimasíðan hjá HB ivast í øllum førum ikki.
– Tað er einki at taka seg aftur í, at ávirkanin at hava Hans á liðnum var sjónlig. Har var meira friður á, og miðverjarnir báðir spældu ein fínan dyst, skrivar hb.fo.
36 ára gamli verjuspælarin var við í hópinum fyri fyrstu ferð í hes­um kappingarárinum. Hans á Lag hevur raðfest privatlívið hægri seinastu vikurnar, men hann hev­ur vant við besta liðnum síðsta mán­aðin. Nú er hann so mikið væl fyri, at Julian Hansen, venjari, sendi boð eftir honum. Marcin Dawid loysti eisini av Heðin Stenberg sum mál­verja. Pólski málverjin noydd­ist hin­vegin av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki, og tá slapp Sten­berg aftur at royna seg.
Føroyameistararnir hava verið lítið støðugir seinastu vikurnar. HB hevði tapt 1-4 fyri B36 og KÍ undan vitjanin á Sandi. Við verjukempuni á liðnum eydnaðist tað loksins aftur at fáa trý stig í skjáttuna.

Veteranarnir skoraðu
Tað kom einki mál undan steðg­inum. Tað var fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, ikki noydd­ist í meskarnar eftir bóltinum fyrstu 45 minuttirnar. HB fekk tvey mál í seinna umfarinum, og í báðum før­um vóru tað veteranar, sum vóru mál­skjúttar. Andrew av Fløtum sendi gestirnar á sigurskós, og Fróði Benjaminsen staðfesti sigurin, tá hann tók av møguleikanum eftir brots­spark.
HB var meira á bóltinum, með­an sandoyingar tóktist fremst av øllum hugsa um at fáa eitt stig. B71 royndi at trýsta seinastu løt­una, men føroyameistararnir høvdu tamarhald á støðuni. Bogi Hermasen, B71, var útvístur, tá átta min­utt­ir restaðu í av dystinum.

Ein lætti
Tað var ein stórur lætti fyri føroya­meistararnar, at tað eydnaðist at vinna hesaferð. Venjarin ásannaði síðsta vikuskiftið, at úrslitini hava ikki verið nøktandi, og hann var undir trýsti. Sigrar geva altíð sjálvs­álit, og tað er umráðandi at hava við sær, tá B68 vitjaði í Gundadali um tvær vikur.