Tað almenna skal geva bankunum kapping um sethúsalán

-Einasti heilivágurin ímóti náiðlesysu jagstranini hjá bankunum eftir vinningi, er at seta teir undir trýst.

Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnðarfloksins í formansfrágreiðin síni á landsstevnu floksins fyri eini lítlari løtu síðani. Hann legði afturat, at hetta kundi verið eitt projekt hjá Javnaðarflokkinum í komandi tíðum.

Hann staðfesti, at fyri at fáa glið á gjaldførisstreymin aftur í kreppuni og fyri at at fáa meira virksemi millum brúkararnar, hava tjóðbankarnir støðugt sett stuttu rentuni niður. Ùrslitið er, at í dag er danska tjóðbankarentan 1,25%.

- Tíverri er hetta ikki í sama mun komið okkara egnu sethúsaeigarum ella vinnulívið til góðar. Rentumarginalurin í bankunum er hin vegin seinastu tvey árini øktur nærum 1%, og útlánsrentan til vinnuna er eisini hækkað.

- Vanligu sethúsaeigarar og ikki minst føroyskt vinnulív eru hart kroyst av høgu útlánsrentuni. Men tað sigur seg sjálvt, at skal ein banki vinna eina hálva millión um dagin í egnan lumma, bara upp á ein part av heimamarknaðinum og ikki aðrastaðni frá, so má tað merkjast onkustaðni.

- Onkustaðni skulu pengarnir koma frá og teir koma frá hart trongdum sethúseigarunum og frá einum hart trongdum vinnulívi, sum tíverri ikki hava møguleika at leita stórt bíligari lán upp her um leiðir, segði formaður Javnaðarfloksins.

- Tí er einasti heilivágurin ímóti hesum náðileysa yvirskotsjagstranini, at teir verða settir undir trýst av kapping.

- Sum er liva teir í einum smørholi, har eingin kapping er. Har er eins lítil kapping sum millum tey feløg, sum selja olju.

Jóannes Eidesgaard segði, at tí hevði tað verið eitt hugskot, at tað almenna við Húsalánsgrunninum og Realinum og við teimum 600 milliónum krónunum, sum fingist hevði fyri seinasta triðingin av Føroya Banka, settu á stovn eitt alment realkredittfelag, sum veruliga kundi givið føroyskum sethúseigarum eina eins góða fígging, sum sethúseigarar fáa í londunum rundan um okkum. Tað hevði veruliga munað hjá tí einstaka húskinum.

- Peningastovnarnir kundu tá heldur brúkt meira orku til at fíggja vinnulív, legði hann afturat.