Annan leygardagin á rað vunnu sandoyingar í dag fulla úrtøku. Fyri einari viku síðani vunnu teir 2-1 í Leirvík, og í dag vunnu teir á heimavølli.
Gestir á Sandi vóru Suðringar, sum fóru suður aftur við 6-4 tapi.
Í fyrra hálvleiki vórðu skorað trý mál. Tijani Mohammed setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið, og hann legði heimaliðið framum 2-1 í 21. minutti. Fýra minuttir frammanundan hevði Ari Krosslá Poulsen javnað til 1-1. Suðringar høvdu undan steðginum møguleika at javna, men Poul Ingason misnýtti brotsspark.
Tá ið ein tími var farin, skoraði Símin Hansen til 3-1, og so gekk tað skjótt. Síðsta hálva tíman vórðu sjey mál skorað, og eina løtu sá tað út til, at Suðringar fóru at vinna, tí eftir lítlari løtu vendu teir 1-3 til 4-3.
Ari Krosslá Poulsen minkaði um munin í 61. minutti, ein minutt seinni javnaði Poul Ingason, og tá ið tað restaðu sekstan minuttir legði Aron Sørensen Suðringar framum 4-3.
Suðringar megnaðu tó ikki at halda tørn, tí síðsta korterið skoraði heimaliðið trý mál. Bakary Bojang var tvífaldur málskjútti, og Símin Hansen staðfesti 6-4 heimasigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.