Høvdu vit havt kafeteria opið í gjárkvøldið, hevði tað verið lógarbrot. Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Sum vit skrivaðu í áðni vóru ferðafólk við Smyrli misnøgd við, at kafeteria var stongt, tá ið tey sigldu suður í gjárkvøldið. Men Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at hetta eru treytirnar, Strandferðslan hevur at arbeiða undir.
Les eisini: Máttu sita svong umborð á Smyrli
Hann vísir á, at altjóða reglur um hvíld til skipsmanningar gjørdu, at tey, sum arbeiða í kafeteria, høvdu ikki loyvi at arbeiða í gjárkvøldið.
Eftir altjóða reglum skulu tey hava hvíld minst 11 tímar um samdøgurið. Hvílitíðin kann býtast sundur í tvey, har tey minst hava hvíld í seks tímar í fyrra umfari og so fáa tey aftur hvíld í fimm tímar í seinna umfarið.
– Tá ið Smyril siglur í vanligari ferðaætlan, fáa tey hvíld upp á átta tímar um náttina, umframt eina hvíld upp á tríggjar tímar um dagin.
Men hesa tíðina, Smyril siglur við broyttari ferðaætlan í sambandi við at ein av høvuðsmotorunum verður umvældur, ber hetta ikki til, tí tey fáa lítla og onga hvíld um dagin, og tí er neyðugt at lata kafeteria aftur fyrr um kvøldið fyri at kunna lúka altjóða reglurnar um hvílitíð, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Hann sigur, at tað er bara ein máti at loysa trupulleikan upp á, og tað er at hava eina manning afturat, men tað er ikki hugsingur um tað á fíggjarætlanini hjá Strandferðsluni.
Spurningurin er so um Strandferðslan ger nóg mikið við at kunna um tær broytingar sum eru, tá ið tær koma óvart á so nógv fólk, sum talan er um her. Tað eru eisini ferðafólk, sum alment hava gjørt vart við, at tey hava verið afturúrsigld, tí tey hava ikki vita av, at ferðaætlanin er broytt.
Rakstrarleiðarin sigur, at tað er altíð ein spurningur, nær kunningin er nóg góð, men allar hesar broytingarnar hava ligið á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, og tað hava tey mett at vera nøktandi.