føroyingar eina rúgvu av skaðum at dragast við, og tí er talan um púrasta øðrvísi uppgávu hjá okkum, helt skotski venjarin, Alex McLeish, tá vit eftir venjingina mánadagin fingu orðið á hann. Tit hava eisini [...] Teir stuðla okkum ótrúliga væl, og vit ynskja eisini at geva teimum nøkur góð úrslit, segði skotski venjarin.
Venjarin Eins og hini 6.000 fólkini á Tórsvølli, so var Henrik Larsen sjálvandi errin av sínum leikarum eftir avrikið mikukvøldið. Í øllum førum var talan um eitt heilt øðrvísi avrik enn tað í Sveis, men [...] fýra dagar eftir, at vit hava tapt 6-0, so er tað heilt forbannað flott av leikarunum, staðfesti venjarin. Og hesaferð skapa vit eisini møguleikarnar til málini? - Ja. Vit hava einar tríggjar 100% møguleikar [...] uppiborið rós fyri, staðfesti føroyski landsliðsvenjarin. Svumu og bowlaðu Tað var ikki frítt, at smílið hjá Larsen var stórt, tá tíðindafundunrin varð hildin. Ikki minst, tá hann var spurdur um, hvat hann hevði
Steypavinnari Einki er at ivast í, at tað stóð nógv á hjá VB-venjaranum, Aivaras Daugis, seinastu minuttirnar av steypafinaluni. Eftir dystin var hann eisini skjótur út úr skiftirúminum, har leikararnir [...] tað eru eisini fleiri, sum tilskriva Aivaras Daugis størsta heiðurin fyri hetta. Sjálvur tykist venjarin tó ikki at vera serliga nógv fyri at taka sær heiðurin fyri hetta. - Tað haldi eg ikki, at eg skal [...] har VB framvegis hevur ein sera aktivan leiklut. Tá tosið fellur inn á hetta, er eisini skjótt, at venjarin hevur hug at skúgva júst vunna sigurin til viks. Ikki soleiðis, at gleðin ikki framvegis var intakt
standa seg væl. Soleiðis vísti tað seg at vera hjá Finni, sum ikki megnaði at vinna seg á besta liðið hjá Jönköpings Södra IF í Svøríki, og tá ið venjarin í vetur boðaði frá, at ætlanin var ikki at brúka [...] donsku deildini. Hóast eingin ivi hevur verið hjá landsliðsvenjaranum um, at Jóan Símun í løtuni er fremsti føroyski álopsspælarin, so hevur tað verið torført hjá unga toftamanninum at halda dystarvenjingina [...] var í 2010, tá ið tað lá væl fyri, og Øssur í landskappingini skoraði tíggju ferðir fyri ÍF. Takið hjá Albert Ellefsen, ÍF venjaranum, er nú at fáa annan av toppskjúttunum í fjør, Clayton Soares, og Øssur
venjararnir halda betri í ár, enn teir hava gjørt. Ein er, at allir uttan ÍF venjarin, sum loysti av, tá ið upprunaligi venjarin noyddist av landinum, eru føroyingar. Nógvir av teimum eru tætt knýttir at [...] fakliga væl útbornir, og teir hava verið venjarar hjá yngru deildunum og fara eisini í framtíðini at verða partar av feløgunum. Hóast Skála er niðast og B71 næstniðast á støðutalvuni, so er tað óhugsandi [...] longu fáa. Í fjør fluttu AB og VB/Sumba niður við ávikavíst 17 og 11 stigum, meðan B71 endaði á 8. plássi við 32 stigum. B71 og Skála eru aftast og hava eftir 14 umfør 11 stig í part. Tað kann væl vera, at
tí tað eru nógv, sum í hesum døgum hava hug at steðga á og tosa um fótbólt, heldur venjarin skemtandi fyri. Venjarin hjá NSÍ hevur tikið lut í øllum venjaraskeiðunum, sum FSF hevur bjóðað, og í heyst fer [...] einki at ivast í. Hjá øllum uttan teimum, ið av fullum huga taka undir við HB, mundi tað koma væl við, at greipuvinnararnir frá í fjør komu niður við nakkanum mánakvøldið. Fatanin hjá fleiri hevur verið [...] framvegis tann ? at tað fer at verða ilt hjá hinum liðunum at taka stig frá havnarmonnunum, sum hava vunnið so nógv, og tí var tað gagnligt fyri spenningin, at tað eydnaðist hjá NSÍ at vinna. HB mátti metast sum
fregnaðust tíðindamenninir hjá Luksemborg fyri at vita, hvussu nógv Allan Simonsen fekk í løn. Teir vistu at siga, at teirra venjari fekk meiri enn tvær ferðir so nógv, sum venjarin hjá føroyska liðnum, og tað [...] tað er nevyan sannlíkt, at Allan Simonsen er verri løntur, enn nú fyrrverandi venjarin hjá Luksemborg var. Royndur sum fáur Tað er ein venjari við ógvuliga nógvum altjóða royndum, sum Luksemborg nú hevur [...] málið. Umframt at hava verið landsliðsvenjari og at hava verið landsliðsspælari, so hevur nýggi venjarin hjá Luksemborg so nógvar royndir sum nakar frá altjóða dystum fyri lið ? fyrst og fremst frá teimum
størsta, sigur Brandur H. Olsen, sum nú er hundrað prosent klárur aftur eftir skaða. 22 ára gamli skálvíkingurin var væl ávegis til fast pláss í byrjunaruppstillingini á superligaliðnum hjá Randers FC, tá hann [...] Brandur nú komin væl fyri seg, og spæligleðin lýsir úr honum, nú venjingarlega og dystir eru á skránni hjá landsliðnum. Landsliðsplássið hevur alt at siga Hóast Brandur var fastur maður á føroyska miðvøllinum [...] Hendriksson Olsen veit, hvat skal til fyri at gera seg galdandi millum teir bestu. Hann vaks upp í B71 og vísti seg evnaríkan longu frá byrjan. Væl varð nørt um talentið, og sum 15 ára gamal flutti Brandur
viðført, at hvørki Sveinur Justinussen hjá StÍF ella Eli Müller hjá VÍF vóru tøkir til dystin, og fyrstu løtuni bendi alt á, at saknurin í hesum var munandi størri hjá gestunum. Ikki minst tí VÍF í Dejan [...] reytt kort, sum kostar honum leikbann næsta dystin hjá StÍF, men í so máta munnu teir prísa sær lukkuliga fyri, at hesin verður í landskappingini móti H71. Tí sum landið liggur, so mugu teir í øllum førum [...] StÍF-leikarin megnaði at skora í málið hjá Dejan, men tá tað fyrst var brostið fyri nev, so togaðu strandingar skjótt. 20 minuttir inn í dystin høvdu teir togað leiðsluna hjá VÍF aftur, og so var av álvara lagt
gestur hjá HB í Gundadali, og kanska verður tað fyrri enn so! – Teir vóru ágangandi fyrsta korterið, tá ið teir pressaðu okkum frammarlaga á vøllinum. Hetta hevði við sær, at tað var tungt hjá okkum at [...] at gera av, um vit vinna dystirnar. Tað gera vit, um vit fara í arbeiðsklæðini. Soleiðis segði HB venjarin, Odddbjørn Joensen, tíðliga í ár. Tá kendist hetta kanska at vera mest sum ov nógv sjálvsálit. [...] eftir fyrsta umfar, tá ið grannauppgerðin ímóti B36 endaði 1-1, og gongdin síðani hevur víst, at venjarin hevði grein í sínum máli. Sjáldan er tað komið fyri, at eitt lið hevur ligið so væl á kósini fram