Fótbóltskappingin 2008 er meiri enn hálvrunnin. Í vikuskiftinum var 14. umfar á skránni, og harvið eru meiri enn helmingurin av teimum 27 umførunum avgreidd.
Merkisvert er tað, at einki venjarahøvd enn er rullað. Seinnu árini hevur tað annars verið vanligt, at fleiri feløg hava skift venjara, tá ið tað er gingið upp fyri ábyrgdarpersónunum, at sannlíkið hevur verið lítið fyri at røkka plaseringini, sum tað hevur verið roknað við.
Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at venjararnir halda betri í ár, enn teir hava gjørt. Ein er, at allir uttan ÍF venjarin, sum loysti av, tá ið upprunaligi venjarin noyddist av landinum, eru føroyingar. Nógvir av teimum eru tætt knýttir at feløgunum, sum teir nú venja, teir eru væl útbúnir og fakliga væl útbornir, og teir hava verið venjarar hjá yngru deildunum og fara eisini í framtíðini at verða partar av feløgunum.
Hóast Skála er niðast og B71 næstniðast á støðutalvuni, so er tað óhugsandi at ímynda sær, at John Petersen og Eli Hentze skuldu fingið sekkin. Teir eiga stóra stjørnu í barndómsfeløgunum, og tað er einki sannlíki fyri, at fremmandir venjarar kundu fingið meiri burturúr, enn hesir longu fáa.
Í fjør fluttu AB og VB/Sumba niður við ávikavíst 17 og 11 stigum, meðan B71 endaði á 8. plássi við 32 stigum. B71 og Skála eru aftast og hava eftir 14 umfør 11 stig í part. Tað kann væl vera, at tað hesa ferð verður neyðugt við fleiri enn 17 stigum fyri at sleppa undan teimum báðum aftastu plássunum. B68 hevur 14 stig, og ÍF og KÍ, sum bæði vunnu hesa ferð, og sum hittast í Fuglafirði sunnudagin, hava bæði 17 stig. Serliga ÍF, sum spældi væl fyrr í summar, men ikki fekk serliga góða úrtøku, tykist hava funnið melodiin aftur.
Summarmeistarin og íløgurnar
EB/Streymur er væl og virðiliga summarmeistari. Men eftir tvey tey seinastu umførini kennist tað ikki so upplagt, sum tað var undan 13. umfari, at teir á samansetta liðnum fara at vinna FM fyri fyrstu ferð.
Avrikið hjá steypavinnarunum var lítið sannførandi í Gøtu fyri stórari viku síðani, og leygarkvøldið var tað ikki frægari í Fuglafirði. Serliga í 2. hálvleiki vóru ongar ábendingar um, at tað er EB/Streymur, sum er greitt oddalið í Formula deildini.
Serligur ansur verður sjálvandi vístur nýggju spælarunum. Donsku menninir hava higartil spælt tvær ferðir, og tað hevur júst verið hesar báðar ferðirnar, at EB/Streymur einki stig hevur fingið burturúr. Leygarkvøldið noyddist toppskjúttin, Arnbjørn Hansen, at víkja, tá ið okkurt skuldi gerast í roynd at sleppa undan tapi. Tað var so at siga einasta ítøkiliga avleiðingin av keypinum av dønunum, sum higartil avgjørt ikki hava prógvað, at teir fara at styrkja um liðið.
Í Runavík keyptu teir stórt inn undan uppgerðini ímóti Víkingi. Tað er neyvan nakar ivi um, at Jónas Þór Næs verður góður styrkur. Hann var ikki við leygarkvøldið, men hugburðurin og framferðin hjá honum fara heilt víst at vera gott NSÍ íkast.
Tíðin fer at vísa, hvussu nýggja íløgan í álopinum fer at roynast. Leygarkvøldið bar ikki boð um, at tað er upplagt at skapa pláss fyri nýggja manninum. Toppskjúttin og einasti málskjúttin hjá NSÍ fríggjakvøldið slapp ikki á vøllin eftir steðgin. Tað kendist heilt undarligt.
Felags fyri bæði NSÍ og EB/Streym er, at feløgini næstu vikurnar skulu royna seg í europeisku kappingunum. Tað kann hugsast, at tað hevur órógvað og kanska fer at órógva í 15. umfari. Men tað er ikki minni sannlíkt, at tað hevur ørkymlað, flutt fokus og harvið verið við til at kosta stig, at tung álopsvápn, sum vórðu mett at vera hvøss, í skundi hava verið funnin fram.
Avbjóðararnir
B36 er undirstriking av, hvussu langt tað er millum eyðsýndar føroyskar álopsspælarar. Eftir at Potemkin er farin, og Tomaz Nagy er farin til hús – fyribils í hvussu so er – noyddist Oddmar Færø, sum meiri er verjuspælari og miðvallari, at royna seg í fremstu røð, meðan bíðað verður eftir, at loyvini hjá bretska álopsspælaranum skulu koma upp á pláss.
Avrikið í Klaksvík var – umframt álopstrupulleikum - undirstriking av, at árstalsfelagið trívst illa á útivølli: sigur á Toftum, javnleikur á Skála og tvey tap í Klaksvík og eitt í Runavík leggur ikki upp til toppplasering.
Tað hevur verið nógvur turbolensur í HB. Men tað kann væl fara at vísa seg, at sigursvanda felagið fer at verða dyggasti avbjóðarin hjá EB/Streymi. Tað hevur ongantíð verið ivi um, at tilfeingið í HB er størri, enn tað er so manga aðra staðni, og sjálvt um fremsti álopsspælarin, Christian Høgni Jacobsen, nú fer at landinum, so er tilfarið nóg gott til oddasess, um Rúni Nolsøe fær liðið at rigga betri, enn tað leingi hevur gjørt.
Hóskvøldið skal HB spæla í Runavík. Tann uppgerðin verður ógvuliga avgerandi – bæði fyri NSÍ og HB.
Víkingur hevur strítt seg fram ímóti heiðursmerkjaplássi. Um avrikini nú fara støðugt at verða av tí slagnum, sum varð víst í Runavík fríggjakvøldið, og um teir í EB/Streymi ikki fara at finna seg sjálvar aftur, so er framvegis møguleiki fyri, at Víkingur kann blanda seg í toppin.
Myndatekstur:
Tað hevur ongantíð verið ivi um, at tilfeingið í HB er størri, enn tað er so manga aðra staðni, og hóast Christian Høgni Jacobsen nú fer at landinum, er tilfarið nóg gott til oddasess, um venjarin fær liðið at rigga betri, enn tað leingi hevur gjørt
Mynd: Álvur Haraldsen