Steypavinnari
Einki er at ivast í, at tað stóð nógv á hjá VB-venjaranum, Aivaras Daugis, seinastu minuttirnar av steypafinaluni. Eftir dystin var hann eisini skjótur út úr skiftirúminum, har leikararnir feiraðu steypasigurin, tí nú ráddi um at fáa eina sigarett, soleiðis at nervarnir kundu koma nøkun lunda upp á pláss aftur.
Fær ikki gjørt nógv
Meðan alt soleiðis spakuliga kom upp á pláss aftur í høvdinum, spurdu vit Aivaras, hvussu tað kendist at sita á beinkinum, tá somikið nógv stóð á leikarunum. Og ikki minst, hvør hansara leiklutur í hesum er.
- Satt at siga, so veit eg ikki, um tað er gjørligt at greiða frá, hvussu mann hevur tað. Sum venjari er eisini avmarkað, hvat tú kanst gera í slíkum støðum. Tú kanst royna at tosa við leikararnar, og biðja tær renna her og har, men yvir høvur er okkara leiklutur ógvuliga lítil, tá somikið nógv stendur á. Tá eru tað leikararnir, sum mugu gera arbeiðið, og tað gjørdu tær tíbetur.
- Skal eg vera heilt erligur, so var eg at enda eisini bangin fyri, at nú fór tað ikki at ganga. Tað vóru jú fleiri støður, har vit við einum einstakum máli kundu avgjørt dystin, men hvørja ferð kom VÍF aftur í dystin, men nærri enn tí eina málinum komu tær so ikki.
Júst hetta, at VB megnaði at halda fast um eina leiðslu, tykist vera størsti munurin á liðnum í ár, og so tey tvey-trý seinastu árini. Tað er sum um leikararnir í ár duga betri at halda høvdið kalt, tá mest stendur á, og tað eru eisini fleiri, sum tilskriva Aivaras Daugis størsta heiðurin fyri hetta.
Sjálvur tykist venjarin tó ikki at vera serliga nógv fyri at taka sær heiðurin fyri hetta.
- Tað haldi eg ikki, at eg skal góðskrivast fyri. Tað er nokk meira eitt úrslit av teimum roydnunum, sum leikararnir fáa, so hvørt tær gerast eldri. Mín uppgáva er fyrst og fremst at fyrireika leikararnar so væl sum gjørligt til hvønn dyst, ljóðar lítillætna svarið.
FM bíðar
Eitt er steypasigurin. Annað er FM-stríðið, har VB framvegis hevur ein sera aktivan leiklut.
Tá tosið fellur inn á hetta, er eisini skjótt, at venjarin hevur hug at skúgva júst vunna sigurin til viks. Ikki soleiðis, at gleðin ikki framvegis var intakt, men heldur í eini ásannan av, at enn eru stór mál fyri framman.
- Nú skulu vit sjávlandi feirað hendan sigurin í kvøld, men tað verður so ikki til meira enn tað. Í ítrótti er tað nú einaferð soleiðis, at tú ert ikki glaður serliga leingi í senn. Vit verða framhaldandi noydd at stríðast fyri FM, so mín uppgáva verður kanska fyrst og fremst at fáa leikararnar niður aftur á jørðina, segði ein nú róligur venjari at enda.