HB hevur sett sjálvstýraran til

Eingin og einki tykist megna at forða HB á leiðini fram ímóti FM heitinum, meðan TB nú skal ansa sær fyri ikki at flyta niður

TB - HB 1-5 (0-3)

– Vit hava besta fólkið og besta liðið. Tað er upp til okk­um sjálvar at gera av, um vit vinna dystirnar. Tað gera vit, um vit fara í arbeiðsklæðini.
Soleiðis segði HB venjarin, Odddbjørn Joensen, tíðliga í ár. Tá kendist hetta kanska at vera mest sum ov nógv sjálvs­álit. Oddbjørn Joensen segði hetta eftir fyrsta umfar, tá ið grannauppgerðin ímóti B36 endaði 1-1, og gongdin síð­ani hevur víst, at venjarin hevði grein í sínum máli.
Sjáldan er tað komið fyri, at eitt lið hevur ligið so væl á kósini fram ímóti meistara­heitinum, sum HB er tað í ár. Hetta varð aftur staðfest í gjár, tá ið HB við triva­ligum 5-1 sigri við Stórá í Trongisvági økti um stiga­munin aftur til einasta kappingarneytan, ÍF, sum nú er tíggju stig aftanfyri HB.
Ein triðingur – níggju um­før – resta av ársins lands­kapping. Trý tey síðstu um­før­ini eru í oktober. Soleiðis sum gongdin hevur verið nógvu tær seinastu ferðirnar og serliga, sum hon var hesa ferð, so er tað rættuliga sann­líkt, at HB fer at hava tryggj­að sær FM heitið, áðrenn september mánaði verður liðugur. Kanska verður tað á mikkjalsmessu, 29. sep­tember, tá ið 07Vestur verður gestur hjá HB í Gundadali, og kanska verður tað fyrri enn so!
– Teir vóru ágangandi fyrsta korterið, tá ið teir press­aðu okkum frammar­laga á vøllinum. Hetta hevði við sær, at tað var tungt hjá okkum at fáa orduligt fót­bólts­spæl í lag, men vit fótaðu okkum so við og við, og tað hjálpti væl, tá ið vit tíðliga løgdu okkum framum. Tá ið vit lítlu løtuna undan steðg­inum tvær ferðir øktu um leiðsluna, kendist tað so­leiðis, at tað skuldi ganga heilt illa í 2. hálvleiki, um vit skuldu missa leiðsluna, stað­festir HB venjarin, Oddbjørn Joensen, sum rósar sínum monnum fyri gott avrik:
– Vit eru so vanir við hetta slagið av dystum. Á ólav­søku royndi NSÍ hetta ímóti okkum í Gundadali, so vit hava royndirnar í hes­um slagi av fótbólti. Tá ið vit skor­aðu, lætti tað, og eg haldi, at spælararnir sýndu sera góðan hugburð, og teir ar­beiddu væl saman sum eitt lið.
Fullsett lið
HB er tíggju stig frammanfyri ÍF, sum er næstfremst, og HB hevur ógvuliga góða mann­ing. Á ólavsøku var Símun Samuelsen trífaldur mál­skjútti. Hesa ferð var hann leik­bannaður, men tað sást ikki aftur á tann hátt, at tað bilaði við málskjótingini.
Kristin R. Mouritsen setti hol á, tá ið eitt korter var farið. Lítla løtu undan steðg­inum varð alt avgjørt, tá ið fyrst Christian R. Mouritsen økti til 2-0, og tá ið síðani væl upplagdi miðvallarin Heini Vatnsdal eftir gott ein­mans­avrik økti um munin til 3-0.
At HB bonkurin er breiður sást eitt nú aftur í, at hesa ferð var Pál Mohr Joensen í miðverjuni, meðan Gunnar Haraldsen sat uttanfyri. Og har sótu eisini málverjin Hans Jørgensen, sum fyri stuttum fekk landsliðsboð, Páll Mohr Joensen, Bárður Johnson Heinesen og Tróndur Jensen. Ivaleyst høvdu teir allir verið sjálvskrivaðir á besta liðnum í flestu feløgum.

Tungt hjá TB
Fyri fimtu ferð á rað noyddist TB av vøllinum uttan at hava vunnið stig. Liðið er undir strikuni, og tað kenn­ist sjálv­andi tungt, og tað verð­ur ikki minni tungt, nú tryggi aftasti skansin Ivan Stojkovic verður leikbannaður sunnudagin í Streymnesi, tí hann eftir ein tíma varð vístur av vøllinum, eftir at hann uttanvert brots­teigin óregluliga hevði steðg­að mótstøðumanni.
Hugburðurin var annars góður, og liðið vísti vilja at stríðast. At munurin gjørd­ist so stórur sum 5-1 komst av, at í staðin fyri at binda um og bara at verja, so spenti TB eisini í 2. hálvleiki álops­bogan.
Bill Jacobsen setti sín dám á við at hava kantspælararnar Dan Mortensen og Ragnar Tausen millum teir fyrstu ellivu. Teir arbeiddi nógv, men teir vóru ikki á vøllinum alla tíðina.
Ragnar Tausen noyddist av vøllinum, tá ið nýggjur málverji varð settur inn í staðin fyri Ivan Stojkovic. Tað var Askel Berg, sum í síðsti viku fylti 17 ár. Í fýra dystum hevur hann vart TB málið í 1. deild. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var á besta liðnum. HB liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sta HB lið­for­mað­urin, Fróði Benjamin­sen, festi sigurin við tveimum mál­um. Harvið er hann saman við Símuni Samuelsen HB topp­skjútti við níggju málum.
Poul Ingason minkaði um munin til 3-1 við góðum stút­ara eftir innlegg frá Dan Mortensen. Tá var 2. hálv­leikur tíggju minuttir gamal, og TB kendist fáa mót av nýggjum. Men HB var eirindar­leyst.
Toppliðið fór norður við øllum stigunum, og ivaleyst tilvitað um, at boksspælarin, sum skal til fyri at gera liðið uppaftur meiri komplett, er at finna á Tvøroyri. Poul Ingason verður sannlíkt tann næsti suðuroyingurin, sum verður fiskaður til Havnar. Fyrireikað verð­ur til europeisku meistara­kapp­ingina næsta ár. Oddbjørn Joensen kann seta sjálv­stýr­aran til at orna FM 2013!