Larsen var nøgdur

Hóast hann sjálvandi iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist okkum at skora, so duldi Henrik Larsen ikki fyri, at hann var veruliga errin av sínum monnum

Venjarin

Eins og hini 6.000 fólkini á Tórsvølli, so var Henrik Larsen sjálvandi errin av sínum leikarum eftir avrikið mikukvøldið.
Í øllum førum var talan um eitt heilt øðrvísi avrik enn tað í Sveis, men sjálvur vildi Henrik Larsen tó ikki heilt viðganga, at talan var um ávíst samanfall millum avrikini í Litava/Týsklandi fyri tveimum árum síðani, og so í Sveis/Tórsvølli hesaferð.
- Um tú vilt, so kanst tú sjálvandi samanbera, men sjálvur haldi eg framvegis, at hitastigini áttu størsta munin. Og tað sást eisini aftur á leikarunum, tí vit orkaðu tað betri í dag.
- Og so haldi eg eisini, at vit fingu stongt holið á miðvøllinum, sum var í Sveis, og tað hevði stóran týdning fyri dystin.

Ikki um miðjuna
Fyrstu løtuna tóktist eisini, sum vóru fraklendingarnir skelkaðir um føroysku mótstøðuna. Og landsliðsvenjarin var á ongan hátt ósamdur í hesum.
- Eg haldi, at vit hava fult tamarhald á hesa løtuna. Teir vóru nærum ikki framman fyri miðstrikuna. Og sjálvur haldi eg, at hetta er tað besta, sum liðið hevur spælt, ta tíðina sum eg havi verið venjari. Og hugsar tú um, at hetta er bara fýra dagar eftir, at vit hava tapt 6-0, so er tað heilt forbannað flott av leikarunum, staðfesti venjarin.
Og hesaferð skapa vit eisini møguleikarnar til málini?
- Ja. Vit hava einar tríggjar 100% møguleikar, men skora ikki. Teir hava kanska fýra slíkar og skora tvær ferðir. Tað er kanska munnurin at vera millum heimsins bestu og ikki.
Og hetta avrikið ger ivaleyst, at tað er lættari at arbeiða fram móti næsta dystinum?
- Sjálvandi, men vit skulu samstundis minnast til, at eru vit ikki á toppinum, so kunnu vit saktans fáa onkran avsmurning afturat. Í dag var avrikið bara framúr, og sjálvur helt eg, at hatta næsta málið var off-side, men har eru so komnar nýggjar reglur, skilji eg á lagnum, kom tað hálvgum smílandi frá Stóra.
- Men annars haldi eg, at vit stríðast ófatuliga væl, og tað hava allir leikararnir uppiborið rós fyri, staðfesti føroyski landsliðsvenjarin.

Svumu og bowlaðu
Tað var ikki frítt, at smílið hjá Larsen var stórt, tá tíðindafundunrin varð hildin. Ikki minst, tá hann var spurdur um, hvat hann hevði gjørt, til tess at betra um lagið í hópinum eftir avsmurningin í Basel.
- Vit hava svomið og vit hava bowlað, og so hava vit eisini vant eitt sindur. Samstundis hava vit so tosað nógv um tað, sum gekk galið í Sveis, og hvørji mistøk vit skuldu rætta. At tað so eydnaðist somikið væl, eri eg bara fegin um, tí hvør tann einasti leikarin á liðnum gjørdi eitt veldugt arbeiði, og tað kunnu vit bara vera nøgd um, segði hann.