Jórun Ludvig er liðformaður á kvinnuliðnum hjá Kyndli, sum í dag skal á vøllin í fyrra finaludystinum. Áður hevur hon roynt at verið partur í tveimum steypafinalum, men í hvørgari av hesum eydnaðist tað henni at fáa lut í gleðini yvir sigurin.
Hesu ferð ætlar hon tó at tað skal vera. Favorittar vil hon ikki kalla kyndilsliðið, men sum hon sigur: »Vit skulu vinna!« . Báðar tær ferðirnar, har Jórun hevur verið á tapandi finaluliðnum, hevur tað verið Neistin, sum hevur verið mótstøðuliðið. Spurd um hon kanska er fegin um, at tað ikki er Neistin, sum stendur hinumegin strikuna tá byrjað verður svarar hon, at hetta er fullkomuliga líka mikið. Ein steypafinala er altíð sprnnandi, tí so at siga alt kann henda.
Kyndilskvinnurnar hava ikki havt so øgiliga góðar stundir til at fyrireika seg til steypafinaluna, tí fyri tað fyrsta er bert ein vika síðani, at tær leiktu seg til finaludystin, og harumframt leiktu tær ein sera týdningarmiklan dyst týskvøldið.
Tann dystin taptu ræt, men sambært Jórun, var hetta fyrst og fremst teirra egna skuld, men sjálv heldur hon, at tær nú skulu prógva, at tær megna at reisa seg aftur. Annars greiður Jórun frá, at tær rættuliga hava fingið góðan byrð eftir venjaraskiftið, og at moralurin á liðnum er í topp í løtuni.
Við kappingarársbyrjan søgdu tær á kyndilsliðnum, at málið fyri árið var at tryggja sær europeiska luttøku. Hetta mál hava kyndilskvinnurnar framvegis, og megna tær at vinna dystin í kvøld, er hetta mál eisini rokkið, við tað at ein vunnin steypafinala gevur rætt til europeiska luttøku.
At sjálvsálitið hjá kyndilskvinnunum er í lagi, er lítið at ivast í. Tá vit nevndu omanfyristandandi fyri Jórun, svaraði hon nevnliga: »Ja, um vit ikki verða meistarar«.