Nú er fótbóltsfepurin komin til Runavíkar

Fótbóltur: Trygvi Mortensen, ið sum venjari ongantíð hevur tapt móti HB í Gundadali, heldur ikki, at sigurin var púra óvæntaður, og hann stúrir ikki fyri vandanum, at spælararnir hjá honum skulu flúgva ov høgt

Tað er einki at ivast í. Hjá øllum uttan teimum, ið av fullum huga taka undir við HB, mundi tað koma væl við, at greipuvinnararnir frá í fjør komu niður við nakkanum mánakvøldið. Fatanin hjá fleiri hevur verið ? og er ivaleyst framvegis tann ? at tað fer at verða ilt hjá hinum liðunum at taka stig frá havnarmonnunum, sum hava vunnið so nógv, og tí var tað gagnligt fyri spenningin, at tað eydnaðist hjá NSÍ at vinna.

HB mátti metast sum favorittur, men fyri venjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, kom tað ikki púra óvæntað, at hansara menn fingu stig og vunnu.

? Vit vistu frammanundan, hvat vit skuldu gera og ikki minni, hvat vit ikki skuldu gera. HB hevur eina góða verju, og hon er serliga góð, tá skrábóltar verða oystir inn móti miðverjuni. Tí høvdu vit avtalað, at vit bara skuldu spæla flatt, og at vit skuldu toga spælið so langt út í síðurnar, sum tað bar til. Vøllurin í Gundadali er stórur, og at brúka síðurnar nógv gagnar serliga væl har, sigur Trygvi Mortensen, sum í sama andadrátti gevur pressuni eitt skot:

? Eg skal ikki dylja yvir, at eg var eitt sindur harmur, tá eg sá, at umrøðan gekk út uppá, at HB hevði spælt illa, og at HB hevði uppiborið at tapa. Í mínum eygum var høvuðsorsøkin til, at HB spældi illa, at okkara spælarar megnaðu at halda avtalurnar, sum vit høvdu gjørt. Tær gingu millum annað út uppá, at vit skuldu jagstra teir um allan vøllin og ikki geva teimum frið, tá teir fingu bóltin aftarlaga á vøllinum. Harvið trýstu vit teir til at gera mistøk, og tá tú samstundis megnar at fáa títt spæl at hanga saman, so er avgjørt talan um dygdir.

Og harvið gevur NSÍ venjarin øðrum feløgum uppskriftina uppá, hvussu tað skal spælast móti føroyameistarunum og steypavinnarunum.

Í hesum sambandi er tað eisini vert at bíta merki í, at hetta var ikki fyrsta ferðin, at Trygvi Mortensen hevði ábyrgdina av liðnum hjá NSÍ, og at liðið vann móti HB í Gundadali. Í 1992 var Bobby Bolton venjari hjá NSÍ. Tað gekk einki serligt undan summarsteðginum, nevndin í NSÍ gjørdi av at steðga við samstarvinum, og heitt varð á Trygva Mortensen um at taka sær av liðnum, og tað gjørdi hann. Fyrsti dysturin eftir summarsteðgin var í Gundadali móti HB, og NSÍ vann 4-2, eftir at teir eina løtu høvdu verið á odda 3-0.

? Hatta er so, og eg minnist eisini frá tí ferðini, at tað varð staðfest, at tað var HB, sum ikki hevði ein góðan dag. Sjálvandi argar sovorðið okkum, sum hildu ta ferðina og aftur hesa ferð halda, at vit framdu eitt gott avrik.


Skjótt hvønn vegin

Trygvi Mortensen ivaðist ikki í at siga ja, tá nevndin í felagnum fyri tveimum vikum síðani heitti á hann um at taka sær av besta liðnum.

? Eg segði ja, tí eg kenni spælararnar væl og havi vant teir í mong ár í yngru deildunum, og eg veit, hvørjum teir í fótbóltshøpi standa fyri. Eg veit eisini, at Petur Mohr hevur gjørt eitt dygdargott arbeiði við teimum í fleiri ár, og at tað skuldi byggjast víðari á hetta. Tá tað skuldi verða soleiðis, sum tað varð, so var tað gott, at hetta var tíðliga á árinum, soleiðis at vit ikki høvdu mist ov nógv. Tað nyttar einki at harmast um tað farna, men eg skal ikki dylja, at eg iðri meg um, at vit ikki fingu øll stigini á heimavølli móti ÍF. At vit ikki fingu meiri enn javnleik á Toftum var í fínasta lagi.

Fyri knøppum tveimum vikum síðani skrivaðu vit, at fótbóltsfepurin var høgur í Klaksvík undan teimum báðum dystunum á heimavølli móti HB. Nú frætta vit úr Klaksvík, at fótbóltsprátið hevur ikki verið so nógv har norðuri í hesi vikuni. Harafturímóti verður nógv tosað um fótbólt í Runavík, og tað verður við spenningi sæð fram ímóti dystinum, sum verður á heimavølli móti GÍ í morgin.

Ert tú ikki bangin fyri, at tit skulu missa fótafestið, og at tit fara at flúgva ov høgt, eftir at tit á útivølli hava bast føroyameistarunum?

? Spælararnir vita, hvat tað snýr seg um, og tað vil siga, at teir eru greiðir yvir, at um hugburðurin ikki er tann rætti, og um teir ikki ganga hundrað prosent inn fyri søkini, so fæst einki burturúr móti GÍ. Áskoðararnir eru spentir, og tað er hugaligt, men tað verður inni á vøllinum, at stríðið skal standa. Tapa vit, so vita vit, at tað er soleiðis, at áhugin hjá áskoðarunum verður ikki so stórur, men hjá spælarunum er týdningarmikið at varðveita eina støðuga linju, tí teir skulu spæla aftur næsta vikuskifti, uttan mun til um vit vinna ella ikki. Og tíbetur, so er lagið gott og stemningurin er góður, tá vit venja.


Føroysk framleiðsla

Trygvi Mortensen er í fulltíðarstarvi hjá Timburhandlinum í Runavík. Hann hevur ábyrgdina av báðum teimum bestu liðunum hjá NSÍ, og tað vil siga, at hann so at siga brúkar alla sína frítíð til fótbóltin. Hann er til venjing hvørt kvøld, og bæði leygardag og sunnudag eru dystir á skránni.

? Tað er gott, at teinurin frá arbeiðsplássinum og til hús og hagani og á vøllin ikki er so langur, tí tað eru nógv, sum í hesum døgum hava hug at steðga á og tosa um fótbólt, heldur venjarin skemtandi fyri.

Venjarin hjá NSÍ hevur tikið lut í øllum venjaraskeiðunum, sum FSF hevur bjóðað, og í heyst fer hann saman við øðrum at fáa prógv sum elituvenjari. Tí er tað ikki við síðuna av at spyrja hann, um hetta við útlendskum venjarum er tað rætta, men hann er varin, tá hann svarar:

? Tað hevur eydnast ógvuliga ymiskt hjá ymisku feløgunum, men talan skal vera um ein orduliga góðan venjara, um royndin skal gangast væl, tí fremmandi maðurin skal læra bæði spælararnar og umstøðurnar at kenna, og týdningurin av hesum verður ongantíð yvirmettur.