Nógv fólk var samankomið til hátíðarhaldið við eystara bergholsmunnan

Eysturoyartunnilin fimmti ár í dag

– Bergholið í Eysturoynni tikið í nýtslu, og meiri enn helmingurin av fólkinum í landinum hevur nú vegasamband, skrivaði Sosialurin fyri 50 árum síðani.

Nógv fólk var samankomið til hátíðarhaldið við eystara bergholsmunnan

Vegabyggingin komin í hæddina — nú viðlíkahald

 

Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976.

 

Nú verður tunnilin kallaður Norðskálatunnilin, men tá var vanligt at siga Eysturoyartunnilin, tí hann var einasti tunnilin í Eysturoynni tá.

 

Sosialurin skrivaði soleiðis:

 

– Við at taka í nýtslu eitt berghol aftrat, samstundis sum meiri enn 60% av landsins fólki hevur fingið vegasamband hvørt við annað, eru vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar.

 

Soleiðis metir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna í vegabyggingini í Føroyum.

 

Hann var fyrsti røðari undir einum hátíðarhaldi við eystara bergholsmunnan, tá bergholið í Eysturoynni varð latið upp fyri almennari ferðslu týsdagin.

 

42 milj. kr.

 

Mikkjal Helmsdal upplýsti, at nýggja vegakervið saman við brúnni um Streymin hevur kostað tilsaman einar 42 milj. kr.

 

Tað er byggifelagið Pihl & Søn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum upp á bergholið, ið er hálvan triðja kilometur langt. Landsverkfrøðingurin hevur havt arbeiðið upp á vegirnar hvørjumegin bergholið um hendur.

 

Deyðsríkið

 

Tey mongu deyðsføllini í sambandi við ferðing eftir landi hesi seinnu árini vóru eisini nevnd í røðunum undir hátíðarhaldinum.

 

Landsstýrismaðurin í vegamálum, Dánjal Pauli Danielsen, segði seg vóna, at tann nógvi peningurin, sum er brúktur til hetta endamálið, ikki fer beinleiðis til deyðsríkið.

 

Atli Dam, løgmaður, legði dent á, at avmarkingar verða í ferðsluskaðum í framtíðini.

 

##med2##

 

Fyrtreyt — fyriskipan

 

Annars fegnaðust bæði Dánjal Pauli Danielsen og Atli Dam um nýggja vegakervið.

 

Dánjal Pauli Danielsen segði, at fyrtreytin fyri einum nútímans samfelag eru vegagerðir, sum henda dagin vóru tiknar í nýtslu.

 

Løgmaður segði, at vegakervið gevur hvørjum einstøkum akførara góðar møguleikar at ferðast við rutum.

 

– Á tí økinum er eisini nakað hent, men kortini kann ikki sigast, at nóg væl er fyriskipað enn, segði Atli Dam.

 

Samkoma á Alv-skúlanum

 

Aftan á at løgmaður hevði klipt snórin og lýst nýggja vegakervið klárt at taka í nýtslu varð samkoma fyri arbeiðsmonnum og øðrum á Alv-skúlanum við Áir, har røður eisini vóru hildnar.

 

Nógv fólk var samankomið til hátíðarhaldið við eystara bergholsmunnan

Tann fyrsti bilurin til reiðar at koyra gjøgnum nýggja bergholið