? Hetta er tað størsta

Ivar Lind Greiner er ikki í iva um, at hetta er tann besti sangurin, hann hevur skrivað til Melodi Grand Prix. Eftir nógar royndir eydnaðist tað honum umsíðir at vinna leygarkvøldið

Tað var upprunliga ætlanin, at ein annar enn Tomas Thordarson Christensen skuldi framføra "Sig det´ løgn" .
- Eg sendi sangin inn við einum øðrum sangara, men hesin vildi heldur gera okkurt annað. Eg mintist Tomas frá Stjerne for aften og setti meg í samband við hann. Og tað hevur riggað ótrúliga væl hjá okkum báðum at samstarva, sigur Ivar Lind Greiner.
Tað er Ivar, sum hevur skrivað vinnandi sangin leygarkvøldið. Hann hevur nógvar ferðir áður skrivað sangir til Melodi Grand Prix, men hann er ikki eina løtu í iva um, at hesin sangurin er tann besti, hann skrivað til endamálið.
- Eg haldi, fólk verða so glað, tá tey hoyra hendan sangin. Hann er fullur av lívsgleði og góðum rútmum, sigur Ivar Lind Greinir.
Á tíðindafundi eftir at sigurin var staðfestur rósti Ivar Lind Greinir sangaranum, Tomas Thordarson upp um skýggja, og tað helt hann á við, tá Sosialurin fekk orða á hann seinni um kvøldið.
- Tomas ger hendan sangin góðan. Tað hann, sum ger, at vit vinna í kvøld. Hansara framførsla er ótrúliga góð, og tú merkir, hvussu hann livir seg inn í sangin, sigur Ivar Lind Greiner, sum heldur, at styrkin hjá "Sig det´ løgn" eru lívsgleðin í sanginum og tað, at er lagið upptempo, sum hann málber seg.
Og tað er góð kensla hjá einum tílíkum Grand Prix veterani umsíðir at vinna.
- Hetta er tað størsta. Hetta hevur alt at siga fyri meg, sigur Ivar Lind Greiner.
Vónirnar til kappingarnar í Turkalandi eru bara góðar. Har skal sangurin hjá Ivar fyrst í eina semifinalu 12. mai. Verður hann millum tey fyrstu tíggju, so sleppur hann at royna seg í sjálvari Eurovision Song Contest 15. mai.
Tá verður sangurin sungin á enskum. Hann fer tá at kallast "Shame on you". À góðum føroyskum: Skamma teg.
À donskum leygar-kvøldið snúði sangurin seg um ein, sum ikki vildi trúgva, at hansara lívskærleiki var hon ótrúgvin, og øll vistu av hesum uttan hann. Í Turkalandi verður innihaldið eisini nakað í sama stíl.
Sonurin valdi
Upprunaliga gjørdi Ivar tríggjar sangir til ársins Melodi Grand Prix. Men hann hevur bert loyvi at senda ein inn. Avgerðin, um hvør av sangunum hóskaði seg best at senda inn, lat Ivar sín fjúrtan ára gamla son taka. Og sonurin var ikki í iva um, at Sig det´ løgn var tann besti, og tað kunnu feðgarnir fegnast um í dag.
Til dagligt livir Ivar av at gera tónleik til lýsingar. Hann hevur millum annað gjørt tónleikin til kendur Harry lýsingarnar hjá DSB.
Við Danmarks Radio hevur Ivar greitt frá uppskriftini at gera ein góðan Melodi Grand Prix sang. Hon er í trimum stigum: Tvey tey fyrstu skulu ganga skjótt fyri seg og fanga beinanvegin uttan ov nógv hóvasták, men tað síðsta krevur nógva tíð og orku. Tá snýr tað seg um at rigga sangin til og fáa alt upp á pláss. Ivar metir seg hava nýtt einar 150 tímar til at fáa hendan sangin lidnan.
At sangurin gjørdist so salsa merktur hevur nógv at gera við samstarvinum millum seg og Tomas Thordarson, greiðir Ivar frá.
Við sínum drúgvu royndum hevur Ivar upplivað nógvar Grand Prix kappingar. Men hann heldur ikki, at støðið hevur verið so høgt sum í ár. Burtursæð frá sínum egna, dámdi honum best sangin "Hvorend du går hen", sum Ditlev sang. Men eisini sangurin hjá føroysku Petsi fall í góða jørð hjá Ivar.
- Hon skal bara ringja, um hon hevur brúk fyri onkrum at skriva sangir til hana, sigur Ivar Lind Greiner.