Coca-Cola kappingin
Enn einaferð tykist tað skula gerast til eitt satt drama, nú mansliðini hjá VÍF og StÍF eru í holt við at avgreiða spurningin um, hvør teirra skal eiga annað umboðið í mansfinaluni í Coca-Cola kappingini.
Fyrri dysturin millum liðini endaði við teprum eitt-máls sigri til strandingarnar, men tað verður eftir øllum at døma eitt rættiliga skert meistaralið, sum skal royna at verja leiðsluna í seinna dystinum, og sum kunnugt, so er eitt mál ikki tann heilt stóra leiðslan í hondbólti, tá tað framvegis eru 60 harðir og vónandi spennandi minuttir eftir at leika.
Dejan í hopla
Bæði liðini vóru annars nakað skerd undan fyrru hálvfinaluni. Skaðar á landsliðsferðini høvdu viðført, at hvørki Sveinur Justinussen hjá StÍF ella Eli Müller hjá VÍF vóru tøkir til dystin, og fyrstu løtuni bendi alt á, at saknurin í hesum var munandi størri hjá gestunum. Ikki minst tí VÍF í Dejan Lacok hevur ein framúrskarandi málverja at kappast við Eli Müller, og serliga fyrstu løtuna tóktist hann geva greiðar ábendingar um, at hann eisini at takast við í tosið, tá menn meta um, hvør man vera stinnasti málverjin í landinum.
Tað skuldu ganga nærum tíggju minuttir, áðrenn Sverri Justinussen sum fyrsti StÍF-leikarin megnaði at skora í málið hjá Dejan, men tá tað fyrst var brostið fyri nev, so togaðu strandingar skjótt. 20 minuttir inn í dystin høvdu teir togað leiðsluna hjá VÍF aftur, og so var av álvara lagt upp til vanliga gysaran, sum plagar at vera, tá hesi bæði hittast.
Marian úti
Men vónirnar hjá StÍF fingu eitt álvarsligt skot fyri bógvin um júst hetta mundið. Tí brádliga small Marian Cirloganescu í gólvið, eftir at hann hevði vent sær á eftir einum bólti. Eftir øllum at døma, »hekk« fóturin fastur í gólvinum, tá hann snaraði sær, og tað stóð alt fyri eitt greitt, at tað var ikki hugsingur hjá honum um at halda fram í dystinum.
Hvussu álvarsligur skaðin er, bar ikki til at fáa staðfest, áðrenn blaðið fór til prentingar, men í StÍF vóna tey uttan iva, at talan »bara« er um onkur toygd liðbond, men sum støðan tók seg út á vøllinum, so er fryktandi fyri, at tað er nógv meira álvarsligt enn sum so.
VÍF koppaði
Tað gav ein brádligan elddóp til Rasmus Magnusson, sum nú var einsamallur um at verja málið seinastu 40 týdningarmiklu minuttirnar.
Hann kom tó bæði skjótt og væl inn í dystin, men fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist missurin hjá StÍF at gerast í meira lagi. Tvær reisur eydnaðist VÍF at toga seg nøkur mál avstað, men báður ferðirnar vóru strandingar skjótir eftir teimum, og seinastu tíggju minuttirnar var dramatikkurin í hæddini.
Heilt fitt av fólki av Skálafjørðinum hevði leitað sær til Vestmanna, og úr teirra vongi í høllini rungaðu StÍF-rópini, meðan óvanliga fámæltu vestmenningarnir av og á royndu at muta ímóti.
Og á vøllinum var spenningurin ikki minni. Intensiteturin var í hæddini, og viðhvørt var hondbóltsspælið tað eisini. Ikki minst mundi takið flogið av høllini, tá Harald Bjørgvin óvanliga frekt legði ein bólt in ní feltið, har Agnar Nielsen kom flúgvandi og skumpaði í málið til 24-24. Ein detalja, sum vanliga plagar at verða roynd, tá sigurin væl og virðiliga er tryggjaður, og sum flestu allir venjarar munnu ynskja har piparið grør, tá talan er um somikið spennandi uppgerðir, sum hesa.
Men sjálvt hetta var tó ikki nóg mikið. Fá sekund undan leikloki smekkaði Mihai Marinescu ? sum annars var ein brandur í verjuni ? til, og tá bólturin smoygdi sær inn um stólpan, var sigurin vísur hjá StÍF. Við bert tveimum sekundum eftir á klokkuni, var ov seint hjá VÍF at svara aftur, og í so máta var tað eitt óvanliga óneyðug reytt kort, sum Mihai bjargaði sær hesa løtuna, tá hann av øllum alvi royndi at fora fyri, at vestmenningarnir kundu geva bóltin upp. Eitt reytt kort, sum kostar honum leikbann næsta dystin hjá StÍF, men í so máta munnu teir prísa sær lukkuliga fyri, at hesin verður í landskappingini móti H71. Tí sum landið liggur, so mugu teir í øllum førum vera Svein og Marian fyri uttan í seinnu hálvfinaluni, og tá eru ráðini til at missa enn fleiri av grundstuðlunum ikki serliga góð. Tí tað er í øllum førum væntandi, at VÍF fer at leggja heilt nógv fyri, tá teir vitja á Skála komandi leygardag.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 24-25 (12-12)
Støður í dystinum
10 min: 4-1
20 min: 7-6
40 min: 17-16
50 min: 20-20
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 5, Áki G. Olsen 4, John Zachariassen 3, Agnar Joensen 3, Ingi Olsen 3, Piti Negru 3, Fríðbjørn Seloy 1
StÍF: Mihai Marinescu 6, Alexandur Johansen 4(3), Sverri Justinussen 4, Pauli Hansen 4, Bent Djurhuus 2, Artur Johansen 2, Jón Rasmussen 1
Brotskøst: StÍF 5
Útvísingar: VÍF 6, StÍF 4
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir), StÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Høvdu ein góðan dyst, og ikki minst undirstrikaði dagurin fyrimunirnar av, at tað eru tvey ymisk dómarapør, sum døma, tá talan er um tveir somikið týdningarmiklar dystir.