Hóskvøldið visti Portalurin at siga, at ÍF hevur skrivað sáttmála við Øssur Dalbúð. Sáttmálin sigur, at Øssur skal umboða ÍF í 2013. Tað hevur ljóðað, at eisini onnur feløg – eitt nú HB, NSÍ og Víkingur – vóru áhugað í at fáa Øssur í sín part, men nú endaði tað altso við, at tað verður ÍF, sum Øssur Dalbúð fer at umboða hetta kappingarárið.
Harvið er Øssur Dalbúð aftur í felagnum, sum hann higartil hevur gjørt størstu skreytirnar fyri í fremstu føroysku deildini. Tað var í 2010, tá ið tað lá væl fyri, og Øssur í landskappingini skoraði tíggju ferðir fyri ÍF.
Takið hjá Albert Ellefsen, ÍF venjaranum, er nú at fáa annan av toppskjúttunum í fjør, Clayton Soares, og Øssur Dalbúð at svinga saman í álopspartinum. Tað kennist vera spennandi avbjóðing. Teir eru báðir málsóknir, og teir hava báðir víst, at teir hava gott spælskil, og hjá hvørgum teirra ræður um at fokusera so nógv upp á mótstøðumálið, at teir gloyma at spæla uppaftur liðfelagar í uppaftur betri støðu leysar.
23 ára gamli Øssur Dalbúð hevur seinastu árini búð í Keypmannahavn. Hann hevur roynt seg í 2. Deildarfeløgunum Hvidovre, har gamla Brøndby verjukempan Per Nielsen er venjari, og í B1908 á Amager, men skaðar hava darvað. Ikki minst kom tað illa við, tá ið Øssur á sumri í 2011 kom heim at hjálpa ÍF. Beinanvegin í fyrstu venjingini í Fuglafirði var hann so óheppin at bróta beinið, og tann skaðin oyðilegði 2011 kappingina og uppstartin til 2012 kappingarárið.
Nú fær Øssur møguleika í ÍF at vísa, um máltevið og fótbóltsevnini framvegis eru, sum tey vóru, tá ið hann fór av landinum.
Øssur Dalbúð hevur spælt 14 U-21 landsdystir, men higartil hava tað ikki verið boð eftir honum á A-landsliðnum.
Finnur leitar eftir málinum.
At Víkingur at enda ikki gjørdi so ógvuliga nógv av í royndini at fáa Øssur Dalbúð at spæla í Sarpugerði, komst fyrst og fremst av , at tað eydnaðist at fáa Finn Justinussen at koma heim aftur úr útlegd.
Í fjør royndi Finnur Justinussen seg í Svøríki, og tað gekk ikki so væl. Hann var so óheppin at bróta beinið í fyrireikingunum til kappingarárið. Ikki fyrrenn miðskeiðis í summar var hann førur fyri aftur at spæla fótbólt, og tá ið grundarlagið, sum tað verður arbeitt við tíðliga á árinum, ikki er, sum tað eigur at vera, so er tað torført at standa seg væl.
Soleiðis vísti tað seg at vera hjá Finni, sum ikki megnaði at vinna seg á besta liðið hjá Jönköpings Södra IF í Svøríki, og tá ið venjarin í vetur boðaði frá, at ætlanin var ikki at brúka føroyska spælaran í ár, so var tað ivaleyst lætt hjá Finni at venda aftur í barndómsfelagið, har teir í fjør vóru sera nógv darvaðir av, at teir ongan rættuligan málrev høvdu.
Tølini siga, at Finnur Justinussen fram um teir flestu í Føroyum er óførur at skora mál. Hann var toppskjútti í 2009 við 19 málum, og í 2011 var hann toppskjútti við 21 málum.
Fram um eitt nú bæði Øssur Dalbúð og Clayton Soares er Finnur Justinussen boksspælari, sum tað plagar at verða tikið til, og tað er einki at ivast í, at Jógvan Martin Olsen, Víkinga venjarin, fer at leggja uppspælið ikki so lítið til rættis eftir, at nú er málrevurin aftur í fremstu røð.
Finnur Justinussen hevur spælt átta U-21 landsdystir, og 15. august í fjør varð hann fyri fyrstu og higartil einastu ferð á landsliðnum, tá ið hann varð skiftur inn í vinadystinum á útivølli ímóti Íslandi (0-2).
Kappingarneytarnir
Clayton Soares úr ÍF og Páll A. Klettskarð úr KÍ vóru toppskjúttar í fjør. Teir skoraðu báðir 22 mál.
Teir vóru seks mál frammanfyri Arnbjørn Hansen og átta mál frammanfyri Klæmint A. Olsen, sum endaðu á ávikavíst triðja og fjórða plássi.
Clayton er av góðum grundum ikki við í kappingini um plássini á føroyska landsliðnum. Tað eru Páll, Arnbjørn og Klæmint, og í kappingini við hesar og tveir útisetar hava Øssur Dalbúð og Finnur Justinussen nógv at prógva í kappingarárinum, sum er nakrar fáar vikur burtur.
Bæði Øssur Dalbúð og Finnur Justinussen hava nógv at prógva. Sum allir aðrir ungir fótbóltsspælarar, so droyma teir um at umboða føðilandið, men úttøkan í sambandi við venjingarleguna í Thailandi í næsta mánað vísir, at venjarin roknar í hvussu so er fimm aðrar álopsspælarar at vera fremri í røðini enn hesar báðar.
Lars Olsen hevur havt Jóan Sìmun Edmundsson sum fastan fremstan mann. 21 ára gamli Jóan Símun skoraði trý mál í níggju U-21 landsdystum. Hann hevur spælt 17 A-landsdystir, og higartil hevur hann skorað eitt mál. Tað var í EM undankappingardystinum í Estlandi 11. August 2010, tá ið úrslitið var 2-1 heimasigur.
Jóan Símun umboðar Viking Stavanger í Noregi. Í fjør var hann útleigaður til Fredericia í næstbestu donsku deildini. Hóast eingin ivi hevur verið hjá landsliðsvenjaranum um, at Jóan Símun í løtuni er fremsti føroyski álopsspælarin, so hevur tað verið torført hjá unga toftamanninum at halda dystarvenjingina, tí tað higartil ikki hevur eydnast honum at vinna sær fast pláss í felagnum.
Umframt Jóan Símun eru fýra aðrir álopsspælarar boðsendir til landsliðsferðina. Ein teirra er Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi. Í fjør var hann skaðadarvaður, men fram ímóti kappingarenda royndist tað væl, og í heimadystinum ímóti Írlandi (1-4) skoraði innskifti Arnbjørn føroyska málið. Tað avrikið bar við sær ikki frítt av tosi um, at venjarin eigur at umhugsa í størri mun enn higartil at geva Arnbirni møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu.
Páll A. Klettskarð úr KÍ var saman við Clayton Soares toppskjútti í fjør. Hann hevur saman við Klæminti A. Olsen úr NSÍ, sum seinastu trý árini hevur verið rættuliga drúgvur málskjútti, fingið landsliðsboð.
Fimti álopsspælarin, sum Lars Olsen hevur sent boð eftir, er Andreas Lava Olsen. Hann hevur higartil spælt seks landsdystir, men hann hevur ikki verið á landsliðnum síðani 2009. Hann skoraði fyri fyrstu og higartil einastu ferð á landsliðnum á útivølli ímóti Eysturríki (1-3) í 2009. Andreas hevur seinastu tíðina spælt við gamla arbeiðarafelagnum í Keypmannahavn, Frem. Í heyst var hann eyðsýndur og málsøkin. Ikki minst verður lagt til merkis, at hann er so sera skjótur. Skjótleikin er dygd, sum hevur alstóran týdning í altjóða fótbólti serliga hjá liðum, ið oftast eru undir stórum trýsti.
Toppskjúttar 2005-2012 (27 umfør)
2012 Clayton Soares ÍF 22
Páll A. Klettskarð KÍ 22
2011 Finnur Justinussen Víkingur 21
2010 Arnbjørn Hansen EB/Streymur 22
Christian Høgni Jacobsen NSÍ 22
2009 Finnur Justinussen Víkingur 19
2008 Arnbjørn Hansen EB/Streymur 20
2007 Sylla Ahmed Davy B36 18
2006 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 18
2005 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 18
www.faroesoccer.com
Máltindurin 2012
Clayton Soares ÍF 22
Páll A. Klettskarð KÍ 22
Arnbjørn Hansen EB/Streymur 16
Klæmint A. Olsen NSÍ 14
Christian R. Mouritsen HB 12
Kaj Leo í Bartalsstovu Víkingur 11
www.faroesoccer.com
Máltindurin 2011
Finnur Justinussen Víkingur 21
Klæmint A. Olsen NSÍ 18
Lukasz Cieslewicz B36 17
Arnbjørn Hansen EB/Streymur 14
Clayton Soares 07 Vestur 14
Kristoffur Jakobsen KÍ 14
Christian Høgni Jacobsen NSÍ 13
Chris Muomaife ÍF 12
Jákup á Borg B36 12
Leif Niclasen EB/Streymur 11
Símun Samuelsen HB 11
Hjalgrím Elttør KÍ 10
www.faroesoccer.com
Máltindurin 2010
Arnbjørn Hansen EB/Streymur 22
Christian Høgni Jacobsen NSÍ 22
Fróði Benjaminsen HB 13
Klæmint A. Olsen NSÍ 11
Øssur M. Dalbúð ÍF 11
Jón K. Poulsen FC Suðuroy 10