hoyra orðið DAMP, so byrjaði eg at sláa frá mær, tí eg hevði so ilt við at góðtaka, at eg var tað. Ein diagnosa merkir jú næstan, at ein er øðrvísi, men tað vil ein ikki vera, tá man er í tannárunum, vísir [...] inn á flestu lærararnar hjá mær, tí eg bara soleiðis varð sleptur upp á fjall, sigur Brandur. Hann er ikki í iva um, at um fakfólk ella ein stovnur var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hansara barndómur [...] krøvini, ið verða sett. Brandur er sannførdur um, at um ein stovnur ella eitt viðgerðarheim var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hann havt ein munandi betur barndóm. ? So hevði eg fingið staðfest DAMP
melodiskari nýhugsan. Hetta boðaði frá góðum. Ljóðið í salinum var framúr gott, og tá andaligu rockarnir úr Klaksvík, I am, tóku yvir, vóru øll tekin í sól og mána um, at hetta fór at verða ein brakandi hørð finala [...] Kanska var tað júst hetta, sum manglaði í Norðurlandahúsinum seinasta leygarkvøld. Hóast bólkarnir hvør í sínum lagi høvdu góðar framførslur, so var vóru nærum ongir popsangir at hoyra. Á pallinum var ongin [...] hvat tøkni og vitan viðvíkjur, er ein gongd leið. At tveir av okkara bestu bólkum verða umboðaðir á smærri festivalum í Danmark er ikki serliga slóðbrótandi, men ein góð motivatión. Hinvegin er tað trupult
seinastu tíðini skákaði hann sær undan mær hvønn morgun. Tað var ikki stuttligt og tað hevur verið ótrúliga hørð tíð fyri meg, sigur Gilli Rólantsson. ##med3## Hetta var nakað, sum Gilli visti av, tá hann [...] ́rinum. - Eg var fyrireikaður uppá tað ringasta, men má erligt viðganga at hettar hava verið nakrir tungir dagar síðani kappingarárið byrjaði, so hetta var best fyri allar partar. Hetta er aðru ferð [...] skuldi koyrast sum venjari í felagnum. Hetta valdi leiðslan í felagnum tó ikki at ganga á møti, og tað hevur havt avleiðingar fyri Gilla Rólantsson, sum var ein av teimum 16 spælarunum. - At tað ikki
Ordiliga góð løg, ein heilt serlig rødd og ein áhugaverd ljóðmynd er nú sum áður uppskriftin hjá Bet You Are William. Bet You Are William er ein heilt serligur bólkur, og onkursvegna kennist tað, sum um [...] í øðrum lagi Electricity, og eftir hetta var ikki vent aftur. Ein røð av ordiliga góðum vælskrivaðum nútímans rokkløgum, við sterkum Bet You Are William samleika. Ein samleiki, ið letur hugin leita til [...] ferðsluvanlukku í fjør. Í hesum lagi er Petur naknari enn í øðrum løgum, og pínan í røddini var næstan fysisk. Tað var torført ikki at verða rørdur.
biður til. - Andaliga dimensiónin er ein partur av mær, og eg havi ígjøgnum mítt lív havt nógvar andaligar upplivingar. Eg havi upplivað Guds nærveru og uppliva ein frið og eina gleði við at vera til, greiðir [...] sama. Spurningarnir hvørva ikki, fyri tað um tú trýrt á ein skapara, eina orku, ein intelligens handan alheimin. Eg misti t.d. mammu mína, tá eg var sekstan ár. Tá stendur tú andlit til andlits við líðingina [...] meini eg við eitt andaligt frælsi í ævigum perspektivi. Jesu náðiboðskapur var jú radikalur, tí alt er okkum fyrigivið. Men hetta skínur illa ígjøgnum, um vit hyggja at tí almenna andlitinum, sum kristindómurin
býráðslimir eru rúkandi ósamd. Bogi Andreasen heldur, at hetta er eitt heilt ómetaliga óheppið fyri trúvirðið hjá býráðnum. Hann heldur, at Hetta er ein ómetaliga løgin støða at tað er so stór ósemja í býráðnum [...] kann standa sum ein maður. Hevði aldrin gingið - Tað hevði aldrin gingið í einum privatum virki, at eigarin og nevndarlimur vóru rúkandi ósamdir, førdi Jan Christiansen fram. - Hetta er ein ómetaliga løgin [...] tí ongin av teimum tók orðið. Tað var týðiligt, at hetta elvdi til órógv í býráðnum, tí borgarstjórin mátti niðurleggja fundin og biðja um umhugsunnartíð. Eftir ein steðg upp á eitt korter, varð fundurin
kunnu koma og fáa vegleiðing. Sum Ingi og Poul Jákup greiða frá, er tað sum ein nýggjur heimur letur seg upp fyri okkum, ein verð við myrkri, mótgangi og trupulleikum, men eisini ein verð, har vónin grør [...] At ganga ein summarmorgun av Skarvanesi og nakað norð um bygdina er sum at stíga inn í moyardæmdan reinleika. Har, á skák oman av vegnum, liggur Kyrjasteinur, ein stórur, regluliga formaður klettur, næstan [...] fyri húsini vaksa sortugrøs í slíkari nøgd, at allur bøurin hevur ein reyðbláan eldurtar-farra. Her er góður sólargangur, og Skarvanes var ríkt kornpláss. Vit, sum eru stødd her frá fríggjakvøldi til sunnudag
øll 70-ini og 80-ini var ein heilt onnur. T.d. 1. februar 1988 søktu teir um príshækkingar, og grundgevingin hjá teimum var hækkandi kostnaðarstøði fyri undanfarin tíðarskeið. Tað var sjálvandi ikki roknskapurin [...] eitt avlop uppá 24 mió. kr., og brutto umsetningurin í 1986 var uppá 106 mió. kr., meðan avlopið var uppá 25 mió. kr., og neyvan hevur hetta heldur verið allur sannleikin, tí hann kunnu vit ikki svara [...] Máttmikla støða teirra á markaðinum ger hetta sjálvandi møguligt. Skulu vit fegnast? Eisini undirritaði fegnast, men hvussu leingi eg kann verða fegin um hetta loyvi eg mær at ivast í, tí lítil og eingin ivi
í nógv ár. Ein teirra var “Christian Automobile”, sum er um ein bil sum mynd av lívinum. Hendan hevur Ira sungið túsund ferðir, og tað var ein stór uppliving at hoyra hann á Gøtusandi. Góð konsert. Gott [...] út, men røddin var góð. Teir løgdu varisliga fyri, har sum Ira Tucker hálvavegna fór prátandi inn í sangin, og tað koyrdi væl beinan veg, men tað var enn ikki sannførandi, tí at tað var ikki vist, at hann [...] leggja í. Born Again og djúpur bassur Tenorsangarin sang ein sang solo, og tað var eitt hæddarpunkt. Tað var sangurin “You Must Be Born Again,” og tað var einastu ferð, at vit upplivdu eitt sindur av tí villa
Jan Christiansen. Tað var 6. apríl 2000, at býráðið gjørdi av at broyta samtyktina fyri Tórsvøll, soleiðis at hesin gjørdist fótbóltsvøllur burturav. Àðrenn hetta var ætlanin, at ein rennibreyt skuldi gerast [...] leggur afturat, at ein rennibreyt er ein dýr íløga til lutfalsliga fáar íðkarar. 2 milliónir Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur herfyri játtað tvær milliónir afturat til Tórsvøll. Ein millión fór til [...] ætlanina við Ringvegin vera burturvið, tí hetta vil kosta alt ov nógv. Hann metir, at frægasta loysnin er í Marknagili, og hann heldur, at veðurlíkindini eru nóg góð. ?Vit búgva í Føroyum, har tað er nógvur