Gilli var útifrystur: Hetta hevur verið ótrúliga avbjóðandi

Gilli Rólantsson spældi fast, men bleiv útifrystur og venjarin vildi ikki tosa við hann

Í gjár bleiv Lars Arne Nilsen koyrdur í Brann. Hann hevur verið í felagnum alla tíðina sum Gilli Rólantsson hevur verið partur av felagnum, men nú er hann fortíð. Fyri føroyska landsliðsspælaran eru tað góð tíðindini, tí trongisvágsingurin hevur verið útifrystur seinastu tíðina.

Í fjør atkvøddu 16 av spælarunum í hópinum fyri, at Lars Arne Nilsen skuldi koyrast sum venjari í felagnum. Hetta valdi leiðslan í felagnum tó ikki at ganga á møti, og tað hevur havt avleiðingar fyri Gilla Rólantsson, sum var ein av teimum 16 spælarunum.

- At tað ikki lurtaði eftir spælarunum tá var óskiljandi. Nú er hann fortíð í felagnum. Tað er nakað, ið merkir at tað verður ein rættvís kapping um plássini aftur, sigur Gilli Rólantsson.

Ein hørð tíð

Fyri føroyska landsliðsspælaran hevur tað verið ein umskiftilig tíð, sum byrjaði væl, men endaði við kaldari luft millum føroyska spælaran og venjaran.

- Eg var ein av teimum, sum hevði best statistikk undir Lars Arne Nilsen. Eg spældi nógv og hann tosaði nógv við meg, men seinastu tíðini skákaði hann sær undan mær hvønn morgun. Tað var ikki stuttligt og tað hevur verið ótrúliga hørð tíð fyri meg, sigur Gilli Rólantsson.

##med3##

Hetta var nakað, sum Gilli  visti av, tá hann fór aftur til Bergen undan hesum kappingarárinum.

-  Eg var fyrireikaður uppá tað ringasta, men má erligt viðganga at hettar hava verið nakrir tungir dagar síðani kappingarárið byrjaði, so hetta var best fyri allar partar. Hetta er aðru ferð, at spælararnir hava mist trúgvuna upp á venjarin – tá er einki annað at gera enn at koyra venjaran, sigur Gilli Rólantsson. 

##med2##

Hann hevur sáttmála til endan av hesum árinum og leitar eftir nýggjum felagi. Hann sigur við In.fo, at tað í løtuni eru feløg, sum eru áhugaði. Hann hevur fyrr verið á veg til Tromsø, men skiftið bleiv av ongum. Hann hevur eisini fyrr sagt við In.fo, at hann hevur hug at royna okkurt annað enn norðurlond.

Brann Bergen tapti í gjár 2-1 móti Vålerenga í norsku landskappingini. Eftir dystin fór venjarin, Lars Arne Nilsen, beint av leikvøllinum uttan at gera samrøður við miðlarnar. Brann liggur á áttanda plássi við 15 stigum fyri 12 umfar. Nú er so spurningurin um venjaraskiftið kemur at hava nakran týdning fyri støðuna hjá Gilla Rólantssyni í Brann.