- Heðin Mortensen eigur ikki bara at sita uttanfyri og finnast at øllum.
Tað heldur andstøðan í Tórshavnar Býráði.
Á fundi mikukvøldið ætlaði andstøðan í býráðnum at kroysta borgarstjóran upp í nevndina í SEV.
Helst var tað eisini ein roynd at seta kílar í samgonguna í býráðnum.
Men hvørki eydnaðist!
Annars er tað Marin Katrina Frýdal, sum umboðar Tórshavnar Kommunu í nevndini í SEV.
Men andstøðan heldur, at tað kann ikki vera rætt, at borgarstjórin bara situr uttanfyri og finnast at øllum, sum nevndin í SEV ger.
- Við hesum finnist borgarstjórin eisini at øllum tí, sum hansara egni nevndarlimur ger.
Tað, sum býráðslimirnir úr andstøðuni sipa til, er, at Heðin Mortensen hevur bæði í fjør og í ár hevur funnist hvassliga at teimum príshækkingum, sum SEV hevur ætlað at seta í verk.
Ómetaliga óheppið
Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, vildi hava býráðið at viðgera spurningin um hvør skuldi umboða kommununa í nevndini í SEV.
Hann heldur ikki, at kunningin frá Onnu Katrinu Frýdal er nóg góð og hann heldur, at tað er ómetalga keðiligt, at Tórshavnar býráð altíð skal tosa við fleiri tungum, tá ið avgerðandi spurningar eru á skránni í SEV.
Hann vísti á, at í fjør var rok í býráðnum um príshækkingina hjá SEV.
Og nú SEV aftur ætlar at hækka prísin, stendur býráði aftur í somu støðu í ár, har býráðslimir eru rúkandi ósamd.
Bogi Andreasen heldur, at hetta er eitt heilt ómetaliga óheppið fyri trúvirðið hjá býráðnum.
Hann heldur, at Hetta er ein ómetaliga løgin støða at tað er so stór ósemja í býráðnum og tí vil hann hava eina nevndarlim í SEV, sum megnar at savna býráðið, so at tað kann standa sum ein maður.
Hevði aldrin gingið
- Tað hevði aldrin gingið í einum privatum virki, at eigarin og nevndarlimur vóru rúkandi ósamdir, førdi Jan Christiansen fram.
- Hetta er ein ómetaliga løgin støða, legði hann afturat.
- Heðin Mortensen kann ikki annað enn at taka av tilboðum um at umboða Tórshavnar Kommunu í nevndini í SEV.
- Ger hann ikki tað, má hann samstundis halda upp at at finnast at øllum tí, sum Marin Katrina Frýdal ger í nevndini, legði hann afturat.
Hann heldur, at vil Býráði hava Marin Katrinu Frýdal at halda fram í nevndini í SEV, eigur hon at fáa frið at arbeiða.
Sjúrður Olsen var samdur og hann skeyt rætt og slætt upp at velja borgarstjóran sjálvan í nevndina í SEV.
Órógv
Afturímóti hesum skeyt Jógvan Arge upp at velja Marin Katrinu Frýdal aftur í nevndina fyri SEV.
Annars vóru býráðslimirnir úr samgonguni ikki serliga hugaðir at taka lut í orðaskiftinum, tí ongin av teimum tók orðið.
Tað var týðiligt, at hetta elvdi til órógv í býráðnum, tí borgarstjórin mátti niðurleggja fundin og biðja um umhugsunnartíð.
Eftir ein steðg upp á eitt korter, varð fundurin tikin upp aftur og tá ið atkvøtt varð um, hvør skuldi vera nevndarlimur í SEV, fekk Heðin Mortensen bara fimm atkvøður úr andstøðuni.
Sostatt vildi Heðin Mortensen ikki atkvøða fyri sær sjálvum.
Hinir sjey býráðslimirnir, og borgarstjórin sjálvur, atkvøddu fyri Marini Katrinu Frýdal og sostatt heldur hon fram í nevndini í SEV.
Fekk fulla álitisváttan
- Eg fekk fulla álitisváttan frá samgonguni í Tórshavnar býráði, eisini frá borgarstjóranum.
Marin Katrina Frýdal, sum umboðar Tórshavnar Kommunu í SEV, er nøgd við úrslitið av býráðsfundinum mikukvøldið.
Har varð hon afturvald í nevndina í SEV, hóast andstøðan vildi hava Heðin Mortensen í nevndini, soleiðis sum greitt er frá í aðrari grein her á síðuni.
- Úrslitið var, at eg fekk fulla álitisváttan. Eisini borgarstjórin hevur álit á mær og vil hava meg at halda fram í SEV, sigur Marin Katrina Frýdal.
Kortini dylir hon ikki fyri, at tað er lítið hugaligt, at Heðin Mortensen er so atfinningarsamur ímóti hennara arbeiði í nevndini í SEV.
- Tað er óhugaligt, at borgarstjórin mangan er so kvikur at skjóta okkara arbeiði niður, leggur hon afturat.
- SEV er í eini støðu, sum er alt ov álvarlig til at hon verður brúkt í einum politiskum spæli, leggur hon afturat.
Ein stór ábyrgd
Marin Katrina Frýdal sigur, at sjálvandi umboðar hon kommununa í SEV.
- Men eg eri eisini undirløgd eini lóg og eftir lógini skal SEV tryggja eina støðuga streymveiting.
- Tað er ein stór ábyrgd, sum má takast í størsta álvara, tí tað er ongin ivi um, hvør fær skyldina, skuldi tað gingið galið - og tað verður SEV.
Annars heldur Marin Katrina Frýdal, at tað er alneyðugt, at kommunurnar standa saman um SEV.
- SEV er tann samhaldsfasta lívæðrin í samfelagnum, men tað er eisini greitt, at tað eru kreftir í politisku skipanini, sum hava hug at einskilja streymveitingina.
- Men tað verður streymurin hvørki bíligari ella tryggjari av og í øllum førum hevði tað verið ein stórur vansi fyri útjaðaran, tí eitt privat EL felag fer ikki at hava somu veitingartrygd, sum SEV hevur, leggur hon afturat.
Seinastu ferð at prísurin hækkar
Sleppur SEV at hækka 25 oyru fyri kilowatt tíman nú, soleiðis sum ætlanin er, verður ikki neyðugt við fleiri príshækkingum hesi næstu árini.
Tað sigur Marin Katrina Frýdal, nevndarlimur í SEV, eftir býráðsfundin mikukvøldið.
Men hon leggur afturat, at sleppur SEV ikki at hækka prísin, 25 oyru nú, verður aftur neyðugt við fleiri príshækkingum næsta ár.
- Samstundis verður neyðugt at drála við útbyggingum, sum fara at gera okkum leysari av oljuni.
Tað er nettupp tann støðugt hækkandi oljuprísurin, sum er høvuðsatvoldin til, at tað er neyðugt at hækka prísin.
- Og skjótari, vit fáa lagt um til varandi orku, skjótari kann SEV spara olju og tálma prísinum á streymi, leggur hon afturat.
Marin Katrina skal lurta
- Vit hava eina politiska avtalu og hana ætli eg at halda meg til.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at tað var orsøkin til, at hann ikki tók av tilboðnum um at verða nevndarlimur í SEV, soleiðis sum minnilutin í Tórshavnar Býráð skeyt upp á fundi mikukvøldið og soleiðis sum vit hava greitt frá í aðrari grein her á síðuni.
Avtalan, hann sipar til, er avtalan í samgonguni um, at Marin Katrina Frýdal skal umboða Tórshavnar Býráð í SEV.
Kortini ásannar hann, at Tórshavnar Býráð og umboðið hjá býráðnum í nevndini í SEV, draga ikki somu línu.
Borgarstjórin hugsar serliga um ætlaðu príshækkingarnar, sum Marin Katrina Frýdal hevur góðtikið í nevndini í SEV, men sum hann ikki kann góðtaka.
Og tað er hann, sum umboðar kommuna á aðalfundinum í SEV, tá ið atkvøðast skal um príshækkingina.
Men Heðin Mortensen væntar, at Marin Katrina Frýdal fer at lurta meiri eftir viljanum hjá býráðnum framyvir.
- Ger hon ikki tað, hava vit eina spildurnýggja støðu, sum vit mugu taka upp tá, sigur borgarstjórin.
Streymurin kann hækka 5-10 oyru
Tá ið aðalfundur verður í SEV mánadagin, fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at leggja upskot fram um at prísurin á streymi skal hækka 5-10 oyru fyri kilowatt tíman.
Tað váttar hann fyri Sosialinum.
Hann hevur áður ført fram, at tað er alt ov nógv at hækka prísin á streymi 25 oyru fyri kilowatt tíman, soleiði sum SEV ætlar.
Tí hevur hann arbeitt við einum uppskoti um eina eina nógv lægri príshækking.
- Eg havi lagt meg á eina príshækking upp á ímillum 5 og 10 oyru og tað verður hetta, eg fari at skjóta upp á aðalfundinum í SEV, sigur hann fyri Sosialinum.
Hann heldur, at tá hevur hann verið heilt sámuligur.
Hann vil ikki fara púra í baklás og nokta heilt fyri eini príshækking.
- Men hjá mær er ongin ivi um, at prísurin skal ikki hækka meiri enn 5-10 oyru, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta fer at geva SEV eitt hóskiligt skotbrá til nevndin, sum er sett at koma við uppskoti um framtíðar bygnaðin hjá SEV, verður liðug við sítt arbeiði í vár.
- Tað er ongin orsøk at leypa á bláman við eini ógvusligari príshækking í óðum verkum, fyrrenn vit hava fingið greiði á, hvussu SEV skal verða skipað framyvir, heldur Heðin Mortensen.