Sama góða uppskrift

Ordiliga góð løg, ein heilt serlig rødd og ein áhugaverd ljóðmynd er nú sum áður uppskriftin hjá Bet You Are William. Bet You Are William er ein heilt serligur bólkur, og onkursvegna kennist tað, sum um vit eiga at gleðast um, at hann er okkara, tí heimurin man skjótt fara at fáa eyguni upp fyri sjarmuni og oyruni upp fyri løgunum hjá teimum, og tá vera vitjanirnar her heima helst meira sjáldsamar. Á stóra pallinum á Fjarðafestivalinum endaði bólkurin sína summar konsertferð, og gjørdi tað ordiliga væl.

 

Eftir eina eitt lítið sindur leitandi byrjan, kom bólkurin ordiliga í gongd í øðrum lagi Electricity, og eftir hetta var ikki vent aftur. Ein røð av ordiliga góðum vælskrivaðum nútímans rokkløgum, við sterkum Bet You Are William samleika. Ein samleiki, ið letur hugin leita til bólkar sum donsku Carpark North, men eisini í ein ávísan mun til popp/rokk úr 80?árunum. Tónleikurin er eksplosivur og byggir støðugt upp til lítlar eksplosiónir, og eksplosiónirnar eru altíð væleydnaðar, ikki minst orsakað av gittarleikaranum Bartali, ið bæði í framburi og spæli var garr villur.

 

Hæddarpunktini vóru fleiri, eitt nú Electricity og risa hittið Here We Go Stereo, men eisini tann inniligi ?So Long?, ið best kann lýsast sum pína í tónum. Lagið hevur Petur skrivað til ommu og abba sín, ið lótu lív í ferðsluvanlukku í fjør. Í hesum lagi er Petur naknari enn í øðrum løgum, og pínan í røddini var næstan fysisk. Tað var torført ikki at verða rørdur.