Hvar fór kassagittarin?

HUGLEIÐINGAR UM PRIX FØROYAR. Hví ikki bara siga sum øll onnur? Alt var ótrúliga gott og væl fyriskipað. Øll orkestrini spældu fantastisk. Tað var á høgum støði. Føroyskur tónleikur er í stórari menning. Og Prix Føroyar fekk rætta vinnaran?! Tá tað er sagt, er ikki alt sagt


 

Vit uppliva tað ferð eftir ferð. Vit kenna rúsin aftur. At vera til staðar ta røttu løtuna. Vit geva og móttaka rósur. Vit lata okkum bergtaka og svinga saman.

Vit hava jú okkara stíl og okkara favorittar.

Mong elska at hoyra Rók Jákupsson og Eivør Pállsdóttir syngja. Onnur at hoyra Torbjørn Jacobsen og Theresia Wairima tala.

Seinasta vikuskiftið stóðu vit saman. Vit telgdu gudar og funnu nýggja vón fyri framtíðina.

Karráur rockur

Eg var eisini við. Ikki til møtið í Runavík, men til eina stak góða og spennandi tónleikafinalu í Norðurlandahúsinum. Tað er eitt sindur síðani, at eg yvirgav meg til tiltakið, og Prix Føroyar er eisini vorðið mítt hjartabarn.

Í mínari verð hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at føroyingar eiga eina ríka mentan, og at okkara sangarar og tónleikarar skulu bjóða seg fram, bæði her heima og uttanfyri landsoddarnar. Ikki bara tosa, men gera tað!

Norðurlandahúsið, saman við almennu loftmiðlunum, er farið ítøkiligt til verka, og Prix Føroyar er í dag ein sera góður pallur hjá amatørur og tónleikarum sum stíla enn hægri. Vit eru á rættari kós. Tað ber framá.

Tað sjáldsama vakra húsið eigur eisini eina orkukeldu í medarbeiðarum, sum tora at hugsa út í minstu krókar í landinum og út í stóran heim. Tað er gull og alla æru vert.

Kjallarabólkar bjóða seg fram í undankappingin. Teir meira garvaðu koma víðari. Tað verður vant og mett um møguleikarnar at koma til heiðurs ella til Nibe.

Ung og tilkomin gera av, um kvøldið skal nýtast frammanfyri skíggjanum, ella um ein skal fara eftir tí ektaðu vøruni, sum einans fæst í tí innbjóðandi mentanarhúsinum í høvuðsstaðnum, sum letur dyrnar á víða vegg og sleppur sjálvari fólkasálini inn í glæsiligu hølini. Tann karráa rokkin!

Sangfuglurin úr Gøtu

Aftaná at okkara poetiski mentamálaráðharrin hevði vælsignað og gjørt rokkin til vinnara av kvøldinum, kom Týr á pallin. Í andanum av føroyskum stevi og betongi fyltu teir húsið við aldargomlum kenslum og melodiskari nýhugsan.

Hetta boðaði frá góðum. Ljóðið í salinum var framúr gott, og tá andaligu rockarnir úr Klaksvík, I am, tóku yvir, vóru øll tekin í sól og mána um, at hetta fór at verða ein brakandi hørð finala við otta væl fyrireikaðu bólkum, sum allir høvdu okkurt gott at bjóða uppá.

Og so var eisini. Ella næstan!?

Sjálvur felli eg ikki nakran dóm yvir einstaku bólkarnar. Tað sluppu onnur at gera, tíbetur. Og eisini fylgdi mestsum alt Føroyaland gongdini í sjónvarpi og útvarpi.

Mong mundu tó hava varhugan av, at frálíka og eyðkenda songrøddin hjá Eivør Pállsdóttir fór at gera mun. Og so varð eisini. Her var reinleiki, kenslur og støði.

Sangfuglurin úr Gøtu tók teir evnaríku Clickhaze við sær upp á ovasta rók hetta kvøldið. Tillukku við øll somul!

Uppruni og samanspæl

Men eg havi hug at seta spurnartekin við ta útbreiddu mannahugsanina, at vit skulu stremba eftir tí originala, og at bólkarnir nú eru vorðnir so nógv betri.

Tey krøv og tann kapping, sum fylgir í kjalarvørrinum av Prix Føroyum, skuldi helst framt seriøsa venjing og góðar framførslur. Men skulu vit tosa um góðan tónleik ella samanspæl? Og hvat og hvør leggur støðið.

Pástandurin, at føroyskur prix-tónleikur í ár var á serliga høgum støði, setur okkara tónleikasøgu í eitt undarligt ljós. Siga vit tað sama í 2003? Støðug framgongd og hækkandi støði. Nei, tónleikur má vera annað enn matematik ella læran um svingningar.

Er bólkurin 200 betri enn MC Hár var í 1999? Týr betri enn Aria? Tangz betri Tangz? All That Rain betri enn Kjølar? Clickhaze betri enn Taxi?

Ella er størri virði í sangunum hjá Clickhaze enn í poppsangunum, sum Jørgin Dahl smíðaði í sjeytiárunum?

Eg loyvi mær at ivast. Og hvør legði seg eftir tekstinum hetta kvøldið?

Góðir tónleikabólkar koma og fara. Tekniskt er altíð langt á mál. Og kanska er eitt fitt petti eftir enn, áðrenn vit røkka heimsnøvnum sum Abba, Sting og Toto.

Tí áttu vit kanska at hugsa øðrvísi til slíkar kappingar. Umframt vinnararnar kundu vit hóskandi givið eina Grammy (les Fróða ella Tobba) fyri besta sangin, framførslu og samanspæl.

Møguleikar uttanlands

Skulu vit bróta nakran múr, skulu vit í fyrst og fremst trúgva á okkara egnu evnir og originalitet, og í aðru syftu laga okkum eftir útlendskum agentum, sum annaðhvørt ár koma hendanvegin at døma tónleikalívið.

Eg haldi, at Teitur Lassen, fyrrverandi Prix Føroya vinnari, Óli Poulsen, føroyskur produsari í útlegd, Sigrid Rasmussen, songkvinna í Noregi, og Rannvá Joensen, sangari í Creamy, longu hava prógvað, at vit hava møguleika.

Hugskotið at seta pening í útgávufeløg og útbyggja verandi og komandi studio her á landi, bæði hvat tøkni og vitan viðvíkjur, er ein gongd leið.

At tveir av okkara bestu bólkum verða umboðaðir á smærri festivalum í Danmark er ikki serliga slóðbrótandi, men ein góð motivatión. Hinvegin er tað trupult at ímynda sær, hvussu vit byggja og reka ljóðstudio í Føroyum, um tað gerst siðvenja, at Mentamálastýrið letur vinningar, sum senda bólkar av landinum at spæla tónleik inn.

Brim og hvalablástur

Prix Føroyar var í ár merkt av kappingini at vera øðrvísi og nýhugsandi. Hetta eydnaðist í stóran mun, men tað hevur eisini sín prís.

Hví skal fuglaljóð, brim og hvalablástur partú hoyrast í føroyskum tónleiki? Er hetta ikki romantikkur av fyrstu skuffu?! Sjálvandi vilja føroyingar skriva eksotiskar sangir, men í teksti og tónleiki hava vit, eins og øll onnur fólkasløg kring heimin, fullan rætt at skriva vakrar banalar popsangir um kærleika, dreymar og longsul.

Kanska var tað júst hetta, sum manglaði í Norðurlandahúsinum seinasta leygarkvøld.

Hóast bólkarnir hvør í sínum lagi høvdu góðar framførslur, so var vóru nærum ongir popsangir at hoyra. Á pallinum var ongin kassagittar, sjálvt um Føroyar er eitt akustisk gittarland við streingjaljóðføri í mongum heimi. Og dur-sangir, sum eiga lívið í nógvum av heimsins størstu hittum, vóru nóg illa at hoyra.

Men tað sum var, tað svingaði, og 21. apríl sleppur at standa sum ein væl laðaður varði í føroyskari tónleikasøgu.

Vit kunnu við góðum treysti stevna víðari. Áhugin fyri tiltakinum er vaksandi, og hugsandi er tí, at útheimurin sjálvur finnur aftur á góða nýggja miðið í Atlantshavinum.

Fundir, fyrilestar, samrøður og kjak. Samstarv og góður vilji. Nýggir tankar og møguleikar. Fokus er sett á føroyskan tónleik. Hesaferð var tað rockurin. Næstu ferð verður tað kanska poppurin. Vinnarin verður tó altíð tónleikurin.

Í fleiri ár er hevur verið pløgt og sáðað í gróðrarríkum lendi. Vit kunnu frøðast um tær mongu blómurnar og bíða eftir til summarið kemur.