Fólk hava misskilt DAMP

21 ára gamli Brandur Johansen fekk staðfest diagnosuna DAMP, tá hann var 15 ára gamal. Hann sigur, at fólk hava misskilt hetta brekið, og tað, saman við manglandi viðgerð, ger tað munandi verri fyri fólk við hesum breki at liva í Føroyum.
? Ongin verður føddur við atferðartrupulleikum, men fær teir, tí at umhvørvið ikki skilir støðuna hjá honum, ið ber hetta brekið, sigur hann

Brandur Johansen var eitt satt problembarn, tá hann var lítil. Hann varð uppgivin sum 12 ára gamal av skúlanum, og ongin vildi kennast við, at hann bar eitt brek. Allarminst sjálvur vildi hann viðganga tað, men mamma hansara stríddist í mong ár við at fáa Brand til Danmarkar, tí hon visti, at soninum bagdi eitthvørt.
? Eg varð tveittur út úr skúlanum sum 12 ára gamal, og eg eri rættuliga beiskur inn á flestu lærararnar hjá mær, tí eg bara soleiðis varð sleptur upp á fjall, sigur Brandur.
Hann er ikki í iva um, at um fakfólk ella ein stovnur var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hansara barndómur verið heilt øðrvísi.

Fólk skilja ikki
Brandur leggur dent á, at fólk við DAMP ikki eru menningartarnað. Hann heldur, at tað kann tykjast, sum at flestu fólk halda tað. Men soleiðis er tað ikki. Hann virkar í allar mátar sum onnur vanlig fólk. Hann dugir væl at lesa, skriva og rokna, hóast hann bert gekk í skúla í sjey ár.
Eitt barn við DAMP hevur nakrar atferðartrupulleikar, sum koma til sjóndar, tí ongin skilir hetta barnið ella verðina hjá tí.
? Eitt barn verður føtt við brekinum, men atferðartrupulleikarnir koma seinni, greiðir Brandur frá og leggur afturat, at tað er skeivt at nýta orðið atferðartrupul um fólk við DAMP.
? Tey kunnu ikki øll koyrast í ein sekk og lýsast við hasum eina orðinum, tí tað er ikki tað, sum feilar. Atferðatrupulleikar koma av neurologiska brekinum, sigur hann.
Eitt barn við DAMP sansar alt nógv betur enn eitt vanligt menniskja ger. Tey hava onki filtur, sum kann sortera frá, og tí koma øll inntrykk við fullari ferð inn í heilan, og geva barninum trupulleikar at takla tey.
Men tað eru eisini ymiskir variantar av brekinum, og tað ger, at DAMP ikki er líka merkisvert hjá øllum. DAMP verður eisini kallað eitt ósjónligt brek, og tað er sjálvandi tí, at tað ikki sást á einum persóni, um hann hevur hetta breki ella ei. Ikki fyrr enn atferðartrupulleikarnir koma í øllum førum.

Buldribassi
Brandur leggur merki til alt, og tað hevur hann altíð gjørt. Hann minnist, at bara onkur misti eitthvørt á gólvið í skúlanum, so kundi hann ikki sita niðri. Hann var hjá viðkomandi beinanvegin og skuldi hava alt við. Og hann greiðir eisini frá øðrum dømum, har hann hevur sansað ella lagt okkurt tilmerkis, áðrenn onnur gjørdu.
Hetta millum annað hevur gjørt sítt til, at hann varð skýrdur buldribassi. Og seinni, tá tað gjørdist meira og meira greitt fyri mammu hansara, at hann helst var DAMP, bleiv hann eisini happaður fyri tað. Og tað gjørdi ilt verri, sigur hann.
? Mamma fór langt í sínum stríði fyri at fáa meg niður til kanningar, og tað gjørdi, at tað kom fram, at eg var DAMP, at eg varð illa happaður, greiðir hann frá.
Happingin gjørdi, at Brandur bleiv sera illur í sær, og hann byrjaði eisini at verða harðligur so hvørt sum hann eldist. Og tá hann so byrjaði at ganga í býnum, vant harðsskapurin meira og meira upp á seg.
? Eg kundi ikki hoyra orðið DAMP, so byrjaði eg at sláa frá mær, tí eg hevði so ilt við at góðtaka, at eg var tað. Ein diagnosa merkir jú næstan, at ein er øðrvísi, men tað vil ein ikki vera, tá man er í tannárunum, vísir Brandur á.
Hesin harðskapurin vant upp á seg, og Brandur hevði tað als ikki gott. Tá hann var 15 ára gamal, eydnaðist tað endiliga teimum at fáa føroysku myndugleikarnar at senda hann niður. Har varð diagnosan DAMP sett eftir bert einari kanning. Har fekk Brandur eisini at vita nøkur ting, um hvat og hvussu hann kundi gera fyri at betra um sínar liviumstøður.

Betri barndóm
Í sínum uppvøkstri minnist Brandur manga tunga løtu, har hann ferð eftir ferð fekk at vita, hvat hann ikki skuldi gera, hvat hann gjørdi skeivt, og at hann ikki var góður nokk.
? Tað er strævið fyri foreldur at hava slík børn, tí tey duga jú ikki at handfara tey. Tað besta hevði verið, um tey ið dagliga eru um slík børn, vórðu skúlað til at handfara tey, sigur hann.
Hann heldur fram, at fólk seta krøv til onnur eftir teirra førleikum, og við tað, at DAMP børn hava nakrar funktiónstrupulleikar, sum gera, at tey til tíðir ikki hava allar vanligar førleikar, so eru tað ikki røttu krøvini, ið verða sett.
Brandur er sannførdur um, at um ein stovnur ella eitt viðgerðarheim var í Føroyum, tá hann var barn, so hevði hann havt ein munandi betur barndóm.
? So hevði eg fingið staðfest DAMP nógv fyrr, og alt mítt umhvørvi hevði duga betur at farið við mær, tí tey høvdu skilt, hvat bagdi, sigur hann.

Følir við Peturi
Brandur leggur dent á, at hann hevur tað gott í dag. DAMP er eitt lívslangt brek, og hann fer at læra seg at liva við tí restina av sínum lívi. Sjálvur hevur hann fingið eyguni upp fyri, hvat bagdi honum, og sær hann heilt øðrvísi upp á sín uppvøkstur og atburð sum barn í dag enn fyrr.
Hann sigur, at hann hevur nógv at takka sínari gentu, mammu og vinum fyri, tí hesi hava stuðlað honum so nógv.
Men hann kann framvegis øsa seg upp um viðurskifti, sum liggja honum nær at hjarta.
Hann varð so keddur, tá hann fyrstu ferð hoyrdi um lítla Petur, sum skal sendast av landinum á stovn fyri atferðartrupul børn.
? Mítt hjarta bløðir fyri honum og familjuni, tí tað er ov galið, at onki kann gerast fyri hann her í Føroyum. Tað er heilt sikkurt betri fyri hann at vera í sínum heimliga umhvørvi við teimum, sum hann er góður við rundan um seg, ivast Brandur ikki í.
Hóast hann ikki hevur so nógva skúlagongd, so hevur Brandur ein framtíðardreym um at verða námsfrøðingur og kunna arbeiða við børnum við serligum tørvi.
? Eg havi nógv at geva slíkum børnum, og tað er tíð uppá, at DAMP verður sett á kortið í Føroyum, tí hetta er nakað, sum vit kunnu gera nakað við, sigur 21 ára gamli Brandur Johansen.