UMMÆLI
G!Festivalurin hevur seinastu fýra árini havt ein amerikanskan bólk við, sum umboðar gomlu amerikansku gospelhevdina. Russ Taff, Glenn Kaiser og Holmes Brothers. Festivalurin og miðlarnir hava hvørja ferð dugað væl at fáa fólk at rokna við órímiliga nógvum, men tað hevur eisini verið ivaleysa gott hvørjaferð.
Fyrsta inntrykk
Eitt tað stuttligasta við Dixie Hummingbirds vóru teirra fittu svørtu skjúrtur og bláu klædningsjakkar. Á pallinum sá Ira Tucker veikur út, men røddin var góð. Teir løgdu varisliga fyri, har sum Ira Tucker hálvavegna fór prátandi inn í sangin, og tað koyrdi væl beinan veg, men tað var enn ikki sannførandi, tí at tað var ikki vist, at hann fór at orka at syngja. Men hann er so royndur og góður, at eg ivist ikki í, at hann syngur, aftan á at hann er deyður. Hann fekk ikki gjørt alt tað við røddini, sum hann gjørdi fyrr. Men tað, sum hann fekk gjørt, gjørdi hann væl. Og hann leiðir sangin, og hinir ansa væl eftir at fylgja við. Bassspælarin segði aftan á konsertina, at eingin tóni fer minsta sindur við síðuna av, uttan at Mr. Tucker rættar upp á tað. Onkuntíð hoyrir bara hann tað, og teir mugu koyra tað í gjøgnum ein stemmara fyri at vita, um hann hevur rætt.
Vit kendu best sangirnar av Diamond Jubilation, sum er næstnýggjasta fløgan. Av henni sungu teir fýra sangir. So góðir sum allir vóru, so var “When I Found Jesus Christ” besta løtan á kvøldinum. Hesin seini og innilig sangurin, sum ongantíð fær ferð á. Lagið er gott, men tað, sum ger sangin serligan, er tann sálin, sum teir megna at leggja í.
Born Again og djúpur bassur
Tenorsangarin sang ein sang solo, og tað var eitt hæddarpunkt. Tað var sangurin “You Must Be Born Again,” og tað var einastu ferð, at vit upplivdu eitt sindur av tí villa gospelsanginum, sum Ira Tucker stóð fyri, tá hann var ungur og orkaði at hoppa og dansa. Basssangarin fekk eisini ein sang, sum bleiv brúktur til at vísa, hvussu lágar tónar hann klárar. Hetta gera teir hvørt kvøld, og tað er ikki altíð, at hann fer líka langt niður. Yvirhøvur var hendan konsertin í betra endanum, hildu teir í bólkinum, sum vit spurdu, ikki minst tí at hetta var eitt publikum, sum vildi lurta. Bassurin fór eisini lægri hetta kvøldið enn annars. Vit spurdu, hvussu langt niður hann fer. Hann dettur av klaverinum, søgdu teir. Minst tveir tónar niðurum.
Góðir tónleikarar
Konsertin toppaði eisini við sanginum “Love Your Fellow Man,” har sum teir komu í eitt tungt groove, sum ikki mundi enda. Har vístu tónleikararnir sínar dygdir. Amerika gongur undir í slíkum tónleikarum, sum spæla so ótrúliga væl, og tað er deiligt, at vit sleppa at hoyra teir viðhvørt. Vandi er fyri gospeltónleiki, at hann blívur keðiligur, um gittarspælarin hugsar ov nógv um at vera skikkiligur. Tað var hesin ikki. Hann var ikki bangin fyri at fara út í aðrar sjangrur, og hann dugdi eisini væl at halda seg til tað rútmiska uttan at dominera ov nógv.
Teir sungu fleiri sangir, sum teir hava sungið í nógv ár. Ein teirra var “Christian Automobile”, sum er um ein bil sum mynd av lívinum. Hendan hevur Ira sungið túsund ferðir, og tað var ein stór uppliving at hoyra hann á Gøtusandi. Góð konsert. Gott gospel.
Til ævigan ástoyt
Gamla evangeliið í tónleikinum letur seg ikki fornokta. Dixie og Ira Tucker fáa somu virðing frá fólki sum Ralph Stanley og Johnny Cash, men boðskapurin er til ævigan ástoyt. Ikki so nógv í Føroyum, men eitt sindur. Ummælarin hjá Gaffa dugdi at siga tað skemtiliga – at tað er ikki heavy metal, sum fer at stoyta Hatesphere í avgrundina, men tað at teir halda við AGF. Eisini hann var órógvaður av hesum gamla: nú er hann so gamal og fittur. Hvussu fer hann at taka tað, um tað nú ikki er, sum hann heldur? At Jesus er ein lygn? Eg haldi, at tað er flott, at ein maður, sum ikki hevur viljað gjørt neyðsemjur við verðina, so gamal megnar at vera klókum fólki til ástoyt. Virð tað.