Hanus skoraði í heimasigri hjá Triglav

NK Triglav vann greiðan heimasigur

 

 

Hanus Sørensen var við frá dystarbyrjan, og hann økti til 2-0 í 34. minutti, tá lið hansara, NK Triglav vann 3-0 á ND Gorica í heimadysti í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. Tihomir Maksimovic og Oliver Kregar syrgdu fyri hinum báðum málunum hjá Triglav, ið var á odda 2-0 í steðginum.

 

Triglav er nummar fimm í deildini við 19 stigum fyri níggju dystir. Fremst í deildini er Grosuplje við 22 stigum fyri átta dystir.

 

Hanus verður ikki við, tá Triglav komandi leygardag skal spæla dyst á útivølli móti Krsko Posavje. Hanus fer saman við landsliðsliðfeløgunum at hugsavna seg um uppgávurnar á heimavølli móti Montenegro komandi hóskvøld, og móti Kekkia tríggjar dagar seinni.