Tað eina kappingarárið hjá landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg við Storhamar í norskum hondbólti fekk ein glæsiligan enda.
Storhamar vann triðju meistarskapsfinaluna á Sola. Triðja finalan, ið var leikt Åsenhallen í Sola endaði 28-23 sigri til Storhamar. Í steðginum var Storhamar á odda 16-12.
Storhamar vann fyrstu finaluna á útivølli 31-29 (15-14), men tapti síðani aðru finaluna á heimavølli 26-29 (11-16). Sostatt vann Storhamar ein samlaðan 2-1 sigur í finaluuppgerðunum.
Storhamar vann eisini í steypafinaluni 37-36 (17-16) á Larvik.
Sostatt eru Pernille og liðfelagarnir í Storhamar greipuvinnarar í norskum hondbólti 2026-2027.
Komandi kappingarár fer Pernille at spæla við rumenska stórliðnum, CSM Bukarest.
##med2##












