Ørskapur at broyta Tórsvøll

?Sum býráðsformaður má eg haldi meg til samtyktina, sum sigur, at Tórsvøllur er fótbóltsvøllur. Tað skulu nøkur øgiliga góð argumentir til, um eg skal atkvøða fyri at broyta samtyktina, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn

RENNIBREYT

Borgarstjórin í Havn er ikki serliga heitur um hugskotið, at gera Tórsvøll um til eitt stadion við rennibreyt.
?Sum býráðsformaður má eg haldi meg til samtyktina, sum sigur, at Tórsvøllur er fótbóltsvøllur, sigur Jan Christiansen.
Tað var 6. apríl 2000, at býráðið gjørdi av at broyta samtyktina fyri Tórsvøll, soleiðis at hesin gjørdist fótbóltsvøllur burturav. Àðrenn hetta var ætlanin, at ein rennibreyt skuldi gerast um Tórsvøll, men hetta gjørdist so ongantíð til nakað.
Tað er Tórshavnar kommuna, ið eigur Tórsvøll. Sjálvan raksturin stendur Tórsvallargrunnurin fyri, men tað er í síðsta enda kommunan, sum hevur ræðisrættin.
Jan Christiansen sigur, at sjálvan raksturin av vøllinum blandar kommunan seg ikki upp í.
Skal rennibreyt gerast um Tórsvøll, so skal Tórshavnar býráð samtykja tað.
?Persónliga haldi eg, at tað er ørskapur at broyta Tórsvøll aftur nú. Tað skulu nøkur øgiliga góð argumentir til, um eg skal atkvøða fyri at broyta samtyktina, sigur Jan Christiansen.

3 milliónir
Yvir trý ár hevur Tórshavnar kommuna sett tríggjar milliónir av til eina rennibreyt í Havn.
Hesin peningurin er settur á bók og skal nýtast til ásetta endamálið.
Borgarstjórin heldur ætlanina við Ringvegin vera burturvið, tí hetta vil kosta alt ov nógv. Hann metir, at frægasta loysnin er í Marknagili, og hann heldur, at veðurlíkindini eru nóg góð.
?Vit búgva í Føroyum, har tað er nógvur vindur. Økið í Marknagili er hampuliga veðurgott, og tey er væl egnað, sigur Jan Christiansen.
Borgarstjórin leggur afturat, at ein rennibreyt er ein dýr íløga til lutfalsliga fáar íðkarar.

2 milliónir
Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur herfyri játtað tvær milliónir afturat til Tórsvøll. Ein millión fór til at gjalda eitt lán, og ein millión fyri at snøgga umstøðurnar við uppgongdum, toiletum og øðrum. Hetta er serliga gjørt við dystinum móti Týsklandi í juni í huga.
Jan Christiansen avvísir, at tað hevur verið ætlanin, at Tórsvallargrunnurin skuldi standa fyri allari fígging sjálvur, eftir at stovnsfæið varð sett.
?Vit hava allatíðina sagt, at Tórsvøllur er ein prosess, sum fer at taka fleiri ár. Vit hava valt at lata pengar til endamálið fyri at skumpa undir prosessina, sigur Jan Christiansen.
FAKTA

Ein rennibreyt í Havn skal eftir ætlan hava seks banar, og ein vøll til kastiítróttir.
Í stødd er vøllurin innanfyri rennibreytin á stødd við ein fótbóltsvøll. Sjálv rennibreytin er 400 metrar í ummál.
Sjálv breytin er gjørd úr gummi, og kostnaðurin er einar 4-6 mió fyri sjálva breytina.

Tríggir møguleikar eru nevndir:

Tórsvøllur
Fremsta ynskið hjá teimum, ið ynskja sær eina rennibreyt í høvuðsstaðnum, er at leggja hesa við Tórsvøll. Verkætlanin inniber, at vøllurin verður fluttur longur longur eystureftir ? móti Ítróttarhøllini á Hálsi. Fýra tey niðastu stólarøðini verða tikin av langsíðuni eystureftir. Hetta inniber eini áttahundrað færri sitipláss, men møguleiki er at byggja afturat ovarliga.
Sitiplássini móti Gundadalshøllini verða eisini tikin burtur, og tey kunnu fyri ein part endurnýtast við at seta tey út í hornini.
Sambært útrokningum frá Tórshavnar kommunu, fer hetta arbeiðið at kosta millum 13 og 15 mió. ? alt íroknað.
Stigtakararnir til rennibreytina meta tó, at hetta kann gerast nakað bíligari.

Marknagil
Eitt stórt øki úti í Marknagili hevur Tórshavnar býráð sett av til ítróttaøki. Jan Christiansen sigur, at kommunan hevur rímiliga stórar konkretar ætlanir við økinum.
Økið, talan er um, liggur við Handilsskúlan og umsitingarbygningin hjá SEV.
Ongar konkretar kostnaðarmetingar eru av hesari verkætlanini, men greitt er, at umframt kostnaðin av rennibreytini skal nakað afturat.
Býráðið heldur, at økið er hóskandi, tí tað er so slætt. Stigtakararnir til rennibreytina halda hinvegin, at har er alt ov veðurhart til at kappingar.

Ringvegurin
Ein ætlan er at gera eitt ítróttaøki í Ovaru Hoydølum ? í økinum við Shell støðina á Eystara ringvegi. Henda loysnin verður mest sannlíkt tann mest kostnaðarmikla av teimum trimum.
Kommunan eigur ikki økið, nógv arbeiði skal gerast og økið er heldur ikki sett av til ítróttaøki.
Hendan loysnin er fyri stigtakararnar til rennibreytina tann næst besta.
Borgarstjórin heldur hesa loysnina vera púra burturvið, tí hon vil fara at kosta so nógv.