Lasse Klein
???????????????
Eisini undirritaði fegnast, men hvussu leingi? Heldur hendan hugburðsbroytingin fram hjá føroyskum politikarum sum nevndarformaðurin hjá Maersk Air vil verða við, so er ikki torført at ímynda sær, hvør støðan verður hjá føroysku vinnuni í framtíðini?
Bjarni Hansen saman við sínum stjórum fegnast. Tað gera ivaleyst eisini onnur íløgufeløg úti í heimi, tí hann vil verða við, at hugburðurin hjá føroyskum politikarum er broyttur, tí nú ber til at áseta prísir, gera íløgur uttan stórvegis hóvasták í føroyska samfelagnum.
Vend er komin í, og tað er núverandi ferðslumálaráðharranum, Bjarna Djurholm, at takka, sigur Bjarni Hansen. Hann hevur víst heilt øðrvísi hugburð á økinum, enn undanfarin landsstýri hava gjørt, sigur nevndarformaðurin í Maersk Air í samrøðu við Sosialin 26. mai 2001. Somu sjónarmið ganga aftur í Dimmalætting. Vit rópa hurrá og eru fegin?
Hækkaðu prísirnar
Støðan hjá Danair/Maersk Air gjøgnum øll 70-ini og 80-ini var ein heilt onnur. T.d. 1. februar 1988 søktu teir um príshækkingar, og grundgevingin hjá teimum var hækkandi kostnaðarstøði fyri undanfarin tíðarskeið. Tað var sjálvandi ikki roknskapurin, sum lá til grund fyri hesi umsókn, men eitt skjal dagfest 07.01.88, sum nevndist »Bilag 2«. Ikki fyrr enn sakarmálið millum Maersk Air og Cimber var fyri í Sjó- og Handilsrættinum bar til at fáa atgongd til ávíst tilfar, sum heilt og fult gjørdi Danair/Maersk Air fyri skommum.
Tá blivu teir avdúkaðir. 1987 høvdu teir ein brutto umsetning uppá 120 mió. kr., og eitt avlop uppá 24 mió. kr., og brutto umsetningurin í 1986 var uppá 106 mió. kr., meðan avlopið var uppá 25 mió. kr., og neyvan hevur hetta heldur verið allur sannleikin, tí hann kunnu vit ikki svara uppá fyrr enn vit kenna allan roknskaparhátt teirra til fulnar.
Løgnar umsóknir
Duldarfullu og løgnu umsóknirnar um príshækkingar áðrenn 1988 er trupult at gera viðmerkingar til, men vit eiga at leggja okkum í geyma, at tá vóru teir EINSAMALLIR Á MARKNAÐINUM, EINGIN KAPPING VAR AT HÓMA Á NØKRUM ØKI.
So skjótt kapping tók seg upp á flogøkinum í mars 1988 var rópt um at lækka ferðaseðlaprísin, og at tað hevur gagnað Maersk Air, at framtøk við lágum ferðaseðlaprísum vórðu gjørd í fjør, kunnu vit ikki verða ósamd við teimum í. Máttmikla støða teirra á markaðinum ger hetta sjálvandi møguligt.
Skulu vit fegnast?
Eisini undirritaði fegnast, men hvussu leingi eg kann verða fegin um hetta loyvi eg mær at ivast í, tí lítil og eingin ivi er um, at endamálið við lækkaðu ferðaseðlaprísunum er at gera hin partin so fíggjarliga veikan, at hann ikki hórar undan.
Skulu vit fegnast?
Eisini undirritaði fegnast, men hvussu leingi eg kann vera fegin um hetta loyvi eg mær at ivast í, tí lítil og eingini ivi er um, at endamálið við lækkaðu ferðaseðlaprísunum er at gera hin partin so fíggjarliga veikan, at hann ikki hórar undan.
Skulu vit hava fría kapping á øllum økjum, so hórar eingin føroysk fyritøka undan, og so er spurningurin nær prísirnir aftur hækkað við risa lopum?
Hvussu leingi?
Tað, at vit yvirhøvur kunnu umrøða príslækkingar á flogrutuni hevur einki sum helst við Maersk Air at gera, men er beinleiðis eitt úrslit av støðuni hjá ATLANTSFLOG á marknaðinum! Hvussu leingi føroyska flogfelagið tolir eitt prískríggj móti RISANUM Maersk Air velst um, hvussu leingi teir eru førir fyri at halda seg á flogi, so einfalt er tað.
Hugburðsbroytingin
Heldur hendan hugburðsbroytingin hjá hjá føroyskum politikarum sum Bjarni Hansen, nevndarformaður í Maersk Air vil verða við, so er ikki torført at ímynda sær, hvør støðan verður hjá FØROYSKU VINNUNI Í FRAMTÍÐINI. Internationalar vinnufyritøkur við milliarda umsetningi kunnu so mangt, og tá hugburðs-broytingin er framd kunnu tær uppaftur meira!