eftir á trygginarkontoini, og Jákup Marner Sólbjørg tók vegna LÍF ímóti kekkinum og steypinum frá Jens Peter Arge, stjóra í Tryggingini. Tað hevur verið kappast um steyp og pengar í sjey ár. Ásetingarnar [...] at kappingin skal vera í tíggju ár. Vinnararnir síðani 1993 hava verið Skáli, SÍ, Æsir, NSÍ, eingin í 1997, LÍF og LÍF. Merkisvert er, at einki av feløgunum, sum higartil hevur vunnið kappingina, hevur [...] øll feløgini tjúgu túsund krónur á konto. Fyri hvørt gult kort verða eitt túsund krónur drignar frá, og higartil hevur tað verið soleiðis, at fýra túsund krónur hava verið drignar frá fyri hvørt reytt kort
hann í Sørvági. Umframt FS Vágar og KÍ verða innanhýsis uppgerðirnar í átjanda umfarinum, sum verður leygardagin 30. september, hesar: B68?GÍ, B36?VB, Sumba?HB og B71?NSÍ. Hetta vil við øðrum orðum siga [...] vónleyst, tí tað er á vallunum kring landið og ikki á skrivaraborðinum hjá Dánjali Andreasen, at kappingin verður avgjørd. Síðsta umfarið KÍ vann meistaraskapin í fjør, og teir kunnu kalla seg meistarar inntil [...] fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður 24. apríl (2. páskadag) fáa meistararnir í KÍ vitjan av NSÍ. Vit søgdu eisini, at nýggja liðið í 1. deild, FS Vágar, í fyrsta umfarinum skal á Svangaskarð. Leygardagin
norðoyarstevna. Hon verður 3. og 4. juni, og KÍ fær vitjan av sumbingum sunnudagin. Skálafjarðarstevnan, sum teir á Skálafjørðinum kalla tað, ið aðrir nevna Eystanstevnu, verður 17. og 18. juni. Sambært skránni [...] skránni, sum varð býtt út leygardagin, skal B71 spæla í Runavík móti NSÍ leygardagin 17. juni. Jóansøkan verður í Vági 24. og 25. juni. Hetta vikuskiftið verður farið undir seinnu helvt av landskappingini [...] . Í fyrsta umfarinum skulu vágbingar spæla í Sumba, og tað hevur við sær, at á jóansøku verður grannauppgerð á Vágseiði millum VB og Sumba. Dysturin er settur til at vera sunnudagin 25. juni. Havnarfeløgini
26. mars, og teir tríggir bólkarnir verða mannaðir soleiðis: Bólkur 1: VB, NSÍ, Sumba og KÍ. Bólkur 2: vinnarin av dysti 6, B68, B71 og B36. Bólkur 3: vinnarin av dysti 5, FS Vágar, HB og GÍ. Fjórðin [...] spælt soleiðis: GÍ?B71 (1), AB?Skáli (2), Sumba?EB/Steymur (3). Fyrsta umfarið verður spælt 2. apríl. Í fjórðingsfinaluni verður spælt soleiðis: VB?vinnari 2, B36?vinnari 3, HB?NSÍ og KÍ?vinnari 1. Fjó [...] verður fyri endurtøku frá í fjør. Men sjálvsagt kann nógv broytast. Eitt er orðatakið og veruleikin í, um vit hava lív og heilsuna. Eitt annað er, um Anfinn Kallsberg framvegis verður løgmaður, tá fyrsti
kappingunum, sum í vetur hava verið kring landið. Og komandi vikuskifti fáa tey ungu aftur ein møguleika at royna seg í innandura kapping. Tað er B68, sum er fyrireikari. Teir bjóða dreingjunum at kappast [...] frá luttøku millum klokkan 19 og 21. Boðast kann frá á telefon 448068, 448274 og 447644. Kostnaðurin er 200 krónur fyri hvørt liðið. Á hvørjum liði eru fýra útispælarar og ein málverji. Hvørt liðið hevur [...] føddir frá 1984 og fram til teir, sum eru føddir í 1992 ella seinna enn so. Genturnar fara at kappast í fýra bólkum. Tær elstu, sum hava loyvi at vera við, eru tær, sum eru føddar í 1983, og í yngsta bólkinum
tað meiri og meiri vundið uppá seg, at Landssjúkrahúsið verður bæði brúkt til røktarheim hjá gomlum og sjúkum og til herbergi hjá yngri fólki, sum ongastaðni hava at vera. Helena Dahl Olesen og Óluva Johannesen [...] deildarsjúkrasystrarnar á medisinsku deild, sum tala at. Tær tríggjar, Eva Mortensen á B 7, Helena Dahl Olesen á B 6 og Óluva Johannesen á E 3, sum eru tær medisinsku deildirnar, tala at, tí tær orka ikki [...] hava at bjóða teimum, er ein song, eitt smalt skáp og eitt lítið borð. ? Men tey fáa sanniliga ikki nógv fyri pengarnar, tí tað kostar ímillum 3.000 og 4.000 krónur um dagin. Á Landssjúkrahúsinum rópa tey
í fjør var á 1. deildarliðnum hjá B68. Alvi Justinussen var nýggjur á ÍF liðnum. 16 ára gamli Henry Petersen kom fyri fyrstu ferð inn á besta liðið í Fuglafirði, og hann skoraði eitt mál. Beiggi hansara [...] Stenberg vardi málið hjá AB, og hann hevði nógv meiri at gera enn nýggi málverjin hjá ÍF, Allan Joensen. Á liðnum hjá AB vóru m.a. Sigurd Vatnhamar, sum áður hevur spælt við LÍF, og Signar Johannesen, sum í [...] 2 stílinum hjá Peturi Mohr, og Rúni skoraði tvey frálíka góð mál. Serliga í 2. hálvleiki var eyðsýnt, at fuglfirðingar vóru væl betri fyri enn teir hjá Oddbirni Joensen og AB. LÍF?Fram 9?1 (2?0) Á vøllinum
26. mars VB?KÍ og NSÍ?Sumba Sunnudagin 2. apríl Sumba?KÍ og VB?NSÍ Bólkur 2 Sunnudagin 26. mars ÍF?B36 og B68?B71 Sunnudagin 2. apríl B36?B71 og ÍF?B68 Bólkur 3 Sunnudagin 26. mars TB?GÍ og FS Vágar?HB [...] a var ætlanin, at TB og EB/Streymur skuldu spæla næstsíðsta vikuskifti, men so varð avgjørt at útseta til fríggjakvøldið. Bergur Magnussen er venjari hjá teimum í Sundalagnum, og í fyrstu týdningarmiklu [...] trongligt, og óneyvu sendingarnar vóru nógvar. Longu í 3. minutti setti TB miðvallarin Jón Tórður Holm hol á við rimmar frísparki úr 21 metrum. Ferðin var einki at reypa av, men TB var leikliga omaná, og tíggju
til flaggdagin, og tá fara kappróðrarbátarnir, sum nú verða pussaðir upp, at síggjast á firðum, víkum og sundum. Áhugin fyri kappróðrinum tykist vera stórur nógva staðni kring landið, og hann er serliga [...] nakrantíð áður megnað. Kappróðrarfelagið NSÍ er komið væl áleiðis við nýggjum og stórum neysti, sum verður bygt í gomlu støðni á Glyvrum. Nógv sjálvboðið arbeiðið er lagt í, og nú eru teir komnir so mikið langt [...] støðunum er í Runavíkar kommunu. Higartil hevur nýggja róðrarfelagið NSÍ tikið lut í kappróðrinum við trimum bátum ? Tjaldrinum, Sølmundi og Eysturoyingi ? men í ár fer felagið at manna fimm bátar við ikki
Joensen úr B36, Jan Ingi Petersen og Kristian Poulsen, B68, Elifinn Ørvarodd úr SÍF, Jack Johannesen úr MB, Arnold Berg av Skála, Áki Hansen, Fróði Jóanessarson, Bergur Djurhuus og Brynjolvur Nielsen úr NSÍ [...] nú av álvara komið í gongd, og ikki er tað bara í feløgunum, at hetta merkist. FSF hevur nú í fleiri ár verið aktivt við ungdómslandsliðum av ymsum slag, og vikuskiftið 7. og 8. apríl skulu dreingirnar [...] n verður í Klaksvík, og verður byrjað fríggjadagin kl. 17.15, tá leikararnir hittast á húsarhaldsskúlanum. Á leguni verður umframt venjing, eisini leiktur ein venjingardystur, og verður hesin móti einum