ÍF og TB halda fram

Løgmanssteypið: Allir tríggir dystirnir í vikuskiftinum endaðu við 2?0 sigrum

Tá tað komandi vikuskifti verður farið undir bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið verða tað 2. deildarliðini hjá ÍF og TB, sum vera við í kappingini saman við teimum tíggju liðunum í bestu deildini. Hesi bæði 2. deildar liðini hava verið mett millum mest uppløgdu evnini at telvast um uppflyting í bestu deildini.

Hvørki á Tvøroyri ella í Fuglafirði munnu teir rokna við, at teirra lið hevur nakran serligan møguleika at røkka so ógvuliga langt í steypakappingini. Men kortini hevur tað stóran týdning fyri liðini at vera komin í bólkaspælið:

? Vit hava vant síðani miðskeiðis í januar, men undan vikuskiftinum høvdu vit bara spælt tríggjar venjingardystir. Tá tú ert á Tvøroyri, og tvey av hinum trimum liðunum í oynni næstu vikurnar fara at spæla nógv í steypakappingini, so sigur tað seg sjálvt, at tað hevði verið torført at fingið avtalur um venjingardystir hjá okkum. Tí er tað kærkomið, at bólkaspælið í steypakappingini so at siga ber okkum seks venjingardystir upp í føvningin.

Hetta sigur Lynge Nielsen, nýggi danski venjarin hjá TB, sum ikki er ókendur í Føroyum og serliga ikki í Suðuroy. Hann hevur áður verið venjari hjá Royn. Ta ferðina var hann spælandi venjari, men nú tekur hann ikki lut inni á vøllinum.


TB?EB/Streymur 2?0

Upprunaliga var ætlanin, at TB og EB/Streymur skuldu spæla næstsíðsta vikuskifti, men so varð avgjørt at útseta til fríggjakvøldið.

Bergur Magnussen er venjari hjá teimum í Sundalagnum, og í fyrstu týdningarmiklu royndini í hesum kappingarárinum tapti liðið hjá honum 2?0. Tapið hevði við sær, at EB/Streymur fer ikki at halda fram í steypakappingini, men tað skal neyvan leggjast stórvegis í avrikið á Sevmýri.

Gestirnir komu so mikið seint suður, at Frits Poulsen hevði ikki møguleika at bríksla fyrstu ferð fyrrenn klokkan var 21.15. Líkindini vóru góð, men spælið var einki at reypa av. Alt ov nógv gekk fyri seg á miðvøllinum, har tað var trongligt, og óneyvu sendingarnar vóru nógvar.

Longu í 3. minutti setti TB miðvallarin Jón Tórður Holm hol á við rimmar frísparki úr 21 metrum. Ferðin var einki at reypa av, men TB var leikliga omaná, og tíggju minuttir eftir steðgin staðfesti álopsmaðurin Dan Mortensen sigurin, tá hann úr 16 metrum í vinstru sendi flatt í handara hornið.


TB?LÍF 2?0

Sunnudagin hevði TB vitjan av leirvíkingum. Spælið var betri, enn tað hevði verið fríggjakvøldið, men leirvíkingar, sum ikki høvdu venjaran suður við, hava onkuntíð verið betri fyri, enn teir vóru sunnudagin.

TB hevði fleiri upplagdar møguleikar í 1. hálvleiki, men Trygvi Olsen vardi LÍF málið væl. Í 2. hálvleiki fekk miðverjin André Dalfoss eitt mál beinanvegin. Vindurin spældi við, og hornasparkið úr høgru fór beinleiðis í málið. LÍF hevði okkurt snarálopið, sum teir vóru vandamiklir í, og ta einu ferðina fór bólturin í stólpan aftanfyri Magna Hentze í TB málinum.

Seks minuttir fyri leiklok økti Hallur Christiansen. Ungi maðurin hevði verið tíggju minuttir á vøllinum, tá hann eftir innlegg úr høgru sneiddi ein av og skoraði.

Millum mest eyðsýnu TB spælararnar bæði fríggjakvøldið og sunnudagin var 16 ára gamli miðvallarin Bárður Dimon. Tað eru góðir møguleikar fyri, at meiri fer at verða at frætta um hansara fótbóltsdygdir í komandi tíðum.

LÍF eigur onga framtíð í kappingini um løgmanssteypið á hesum sinni. Einki skal takast frá TB, men leirvíkingar tóktust sunnudagin ikki at hava lagt stórvegis í at fyrireika seg til steypadystin.

Royn?ÍF 0?2

Í síðstu viku nevndu vit, at hesin dysturin fór at verða spældur á Tvøroyri ella í Vági. Fyrri møguleikin datt burtur, tá TB fríggjakvøldið vann á EB/Streymi.

Ætlanin var, at tað skuldi spælast í Vági, men veðurlíkindini á Vágseiði vóru ikki góð sunnudagin. Ættin var ikki so mein í Sumba, og tað var orsøkin til, at Royn og ÍF spældu á Krossinum.

ÍF hevði undanvind í 1. hálvleiki. Rúni Petersen, sum rættuliga tykist hava fingið luft undir veingirnar í álopinum, setti hol á, tá eitt lítið korter var farið, og miðvallarin í vinstru, Ken Bærendsen, økti til 2?2, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum.

Royn hevði Bjarna á Hólalagi í málinum. Hann vardi væl, men tá seinna málið kom, fangaðu fuglfirðingar bóltin eftir útspæl frá málverjanum.

At hvalbingar ikki tóktust vera serliga væl fyri sást t. d. aftur í, at teir bara høvdu ein spælara á beinkinum.



Løgmanssteypið

Seinna innleiðandi umfarið

Fríggjadagin 17. mars

TB?EB/Streymur 2?0 (1?0)

1?0: Jón Tórður Holm 3.

2?0: Dan Mortensen 55.

Dómari: Frits Poulsen


Sunnudagin 19. mars

TB?LÍF 2?0 (0?0)

1?0: André Dalfoss 46.

2?0: Hallur Christiansen 84.

Dómari: Jens Petur Brattalíð

Royn?ÍF 0?2 (0?2)

0?1: Rúni Petersen 12.

0?2: Ken Bærendsen 35.

Dómari: Frits Poulsen


Bólkaspælið


Bólkur 1

Sunnudagin 26. mars

VB?KÍ og NSÍ?Sumba

Sunnudagin 2. apríl

Sumba?KÍ og VB?NSÍ


Bólkur 2

Sunnudagin 26. mars

ÍF?B36 og B68?B71

Sunnudagin 2. apríl

B36?B71 og ÍF?B68


Bólkur 3

Sunnudagin 26. mars

TB?GÍ og FS Vágar?HB

Sunnudagin 2. apríl

GÍ?HB og TB?FS Vágar